Í gjár skrivaði Sosialurin, at arbeiðið við at gera eina fullfíggjaða heildarætlan fyri alla krabbameinsviðgerð verður liðugt í summar. Hans Pauli Strøm hevur nú eisini heitt á arbeiðsbólkin um at taka hetta spesifikka økið um solariumsnýtslu og móðirmerkjakrabba við í heildarætlanina.
Úrslitið av arbeiðinum við at gera eina fullfíggjaða heildarætlan fyri krabbameinsviðgerð verður klárt at handa landsstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm, í summar.
Tó segði Hans Pauli Strøm við Sosialin í gjár, at hann væntar at tað verður neyvan ráð at seta nakað munagott av hesi heildarætlan í verk í næstum.
- Landskassans inntøkur fara neyvan at vaksa næsta ár, og sostat geri eg mær ikki stórar vónir um at vit sleppa at økja útreiðslurnar, segði Hans Pauli Strøm við Sosialin í gjár.
Vaksandi trupulleiki
Í árunum millum 1996 og 2006 eru átta føroyingar deyðir av móðirmerkjakrabba. Samstundis eru staðfestu tilburðirnir av móðirmerkjakrabba støðugt vaksandi hjá bæði monnum og kvinnum, og frá 2003 til 2005 meir enn trýfaldaðist talið av tilburðum av potentielt deyðiligu sjúkuni úr 4 upp í 15 tilburðir.
Í Sosialinum í gjár stóð skrivað úr tilmælinum, at »Greitt samband er millum sannlíki fyri at fáa móðirmerkjakrabba og hvussu nógv húðin hevur verið útsett fyri ultraviolettum ljósi.« Tí siga landslæknin og Pál Weihe, at vit eiga at minka um útsetilsi fyri ultraviolett ljós, og at her er solarium ein ógvuliga ítøkilig kelda, og frá einum heilsusjónarmiði mugu solarium tí sigast at skaða fólkaheilsuna.
Niðurstøðan í tilmælinum er greið. Ung undir 18 ár eiga ikki at sleppa at keypa sær til ljósviðgerð í Føroyum.
Hetta tilmælið verður nú tikið við í heildaætlanina fyri krabbameinsviðgerð, sum tó neyvan ráð verður at seta í gildi í bræði.