Tilnevning besta songkvinna: Eivør

Eivør Pálsdóttir hevur møguleikan at vinna planetina fyri bestu songkvinnu triðja árið á rað. Eivør Pálsdóttir gav í farna árinum sína mest ambitiøsu fløgu út, innspælda í Írlandi við einum flokki topptónleikarum, men hesir eru bara karmur um stjørnuna, ið er røddin hjá Eivør. Eingin føroysk songrødd hevur fingið so nógv góð orð frá ummælarum um allan heim. Farna árið hevur hon ferðast kring heimin og sungið í nógvum ymiskum samanhangum. Men eisini her heima hava vit kunna uppliva røddina. Eitt nú á konsertini á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum, ein framførsla, ið telist millum tær bestu á føroyskari jørð nakrantíð.

Atkvøð fyri Eivør Pálsdóttir sum bestu songkvinnu við at smsa: pla bk1 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:

1. Samsung F330 fartelefon

2. Ipod Touch 8 Gb

3. Harddiskur Memorex 160 Gb