Tilnevning besti føroyski bólkur ella einstaklingur: Høgni Lisberg

Nýggja fløgan hjá Høgna Lisberg fløga er somikið góð, at hon kastar Høgna beint inn millum uppskotini til ársins tónleikanavn. Tað hevur verið rættiliga stilt rundan um tónleikaran Høgna Lisberg stóran part av hesum árinum. Hetta er tó ikki tí hann ikki hevur verið virkin. Høgni hevur saman við framleiðaranum James Thomas arbeitt við fløguni ?Haré Haré?, ið kom út ein av seinastu døgunum í november. Fløgan vísir ein nógv búnaðan Høgna. Tann lovandi tónasmiðurin við góðum oyra fyri fangandi løgum, hevur funnið sítt egna útrykk, og hevur lært at brúka røddina, ið nú telist millum tær heilt góðu í Føroyum. Undir nýggjum og meira enskt klingandi kunstnaranavni, Hogni, hevur Høgni enn sum áður eyguni vend móti stóru marknaðunum kring okkum. Við nýggju fløguni eru stórir møguleikar fyri, at dreymurin um altjóða gjøgnumbrotið verður veruleiki.

Fyri at atkvøða fyri ?Høgna Lisberg? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bf2. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.