Sum áður undirstrikað, hevur “Endurskinsdagurin 7. des” eittans endamál,
nevniliga at fáa flest møgulig fólk, børn sum gomul, at nýta endurskin og
harvið betra um trygdina á vegunum í myrku tíðini.
Kappingin, sum hevur verið fyriskipað í hesum sambandi, hevur minni at týða.
Men hesin formurin at bera evnið fram er valdur fyri at skapa spenning og
hann gevur eisini nógvar møguleikar at viðgera evnið, ikki bara í
skúlastovuni, men eisini í fjølmiðlunum.
Sjálv uppteljingin av endurskinum hava lærarar staðið fyri og hetta hevur
verið gjørt eftir leiðreglum frá RFF, sí viðhefta skjal.
Kunngjørt verður fríggjamorgunin 8. des millum kl 10 og 11, hvør ið verður
nr. 1, 2 og 3. Hetta verður gjørt í tíðindaskrivið, sum verður sent til
fjølmiðlarnar.
Eftir at næmingarnir hava dragsað øll hesi endurskinini í skúlarnar, so hava
teir eina uppgávu eftir, nevniliga at:
BERA ENDURSKININI HEIM AFTUR OG HANGA TEY UPP Á VETRARKLÆÐINI HJÁ ØLLUM HÚSFÓLKUNUM - OG SOLEIÐIS ELVA TIL AT TEY VERÐA NÝTT.
Á endurskinsdegnum vóru nógvar myndir sendar til RFF og tær verða í næstum
lagdar á www.rff.fo