Reinhard Bonnke er víðakendur fyri sínar stóru møtirøðir í Afrika og aðrastaðni í heiminum. Á vári 1992 fekk hann eitt kall frá Gudi at skriva ein evangeliskan bókling og at bera hann út í øll heimini í tí sonevnda fyrsta heiminum.
Tá ið Reinhard Bonnke verður spurdur hví hann er farin undir hetta tiltakið svarar hann:
Eg bað ikki Gud geva mær hesa visiónina. Eg kom heim frá einari møtirøð, var troyttur og tørvaði hvíld. Men um kvøldið talaði Gud til mín og vísti mær eitt kort yvir Evropa, Amerika, Norðuramerika, allan tann russiska heimspartin og Kina.
Net við
fínum meskum
? Eg sá hvussu kortið varð málað reytt av evangeliinum, eins og ein veggur verður málaður og londini vórðu fylt við orðinum um krossin.
? Gud bað meg skriva tað klassiska evangeliið í ein lítlan bókling og kasta hann út sum eitt net við fínum meskum yvir heimspartarnar, sigur Bonnke.
Hann spurdi Gud hví hann valdi ein, sum longu hevði hendurnar fullar av arbeiði. Gud svaraði, at hann hevði spurt onnur, men fingið avboð. Tá setti Bonnke sær fyri at gera eitt fyrstaklassa arbeiði, sjálvt um hann ikki var Guds fyrsta val.
Reinhard Bonnke hevur tikið tað, sum hevur størstan týdning viðvíkjandi frelsuni í Jesusi Kristi við, og við tí hevur hann rakt kjarnan í kristnu trúnni. Tað, sum nívir heimin og einstaklingin í dag, skúgvar hann ikki burtur. Tvørturímóti. Lesarin fær eina greiða mynd av, at loysnin upp á allar trupulleikarnar bert finst í Jesusi Kristi og hansara frelsu.
Gud hevur kallað okkum øll, til at bera fólkinum í býunum og á gøtunum boðskapin um krossin. ?Prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum,? segði Jesus. Vit hava leingi biðið inniliga um veking. Nú gevst eitt einastandandi høvi. Hjartað í øllum kristnum menniskjum átti at brent eftir, at fólk, sum eru uttan Gud og uttan vón, verða frelst, so tey sleppa undan ævigari glatan.
Tiltakið frá Minus til Pluss byrjaði í Bretlandi á vári 1994. Har varð bóklingurin býttur út til 25 milliónir húski. Meira enn 15.000 kirkjur og samkomur styðjaðu tiltakið. Tíggjutúsundtals menniskju sendu svarkortini inn við vitnisburði um, at tey høvdu tikið ímóti Jesusi sum teirra persónliga frelsara, eftir at hava lisið bóklingin.
Eitt enn størri net
So skjótt sum bóklingurin var býttur út í Bretlandi og Írlandi var farið undir at senda hann út í Týsklandi, Eysturríki, týskttalandi Sweitz og Lichtenstein. Meira enn 150 møti vóru hildin í hesum londum fyri at greiða frá tiltakinum og fyri at fáa kirkjur og samkomur at styðja tiltakið. Serlig upplýsingarmøti og bønamøti slóðaðu vegin fyri tí sum fór at koma. Nógvar túsund kirkjur og samkomur sendu tekningarlepan inn fyri at vera við í uppfylgingararbeiðinum.
Hetta var ein enn størri avbjóðing enn í Bretlandi. 40 milliónir húski í tí týskttalandi partinum í Evropa fingu bóklingin í september 1995. Túsundvís av kirkjum, samkomum og einstøkum kristnum styðjaðu tiltakið í bøn og við gávum. Við endan á oktober 1995 vóru umleið 30.000 svarkort komin inn og meira enn 3.500 samvirkandi kirkjur og samkomur tóku sær av uppfylgingararbeiðinum. Tann størsta og fínast meskraða evangeliinótin, sum nakrantíð hevði verið kastað út yvir týsktalandi partin í Evropa var drigin inn, meðan fólk funnu tryggleika og frið í Gudi. Kring um í hesum londum varð eitt stórt gøtuarbeiði, upplýsingartiltøk, tjakfundir, og onnur útatvendandi tiltøk sett í verk undir heitinum ?Frá Minus til Pluss?. Ein veking fyri evangeliinum sær út til at vera byrjað.
Hetta tiltakið, sum alt var fíggjað við gávum, kostaði í 1995 30 milliónir D-markar, sum eru goldnir til síðsta oyra.
Gleði í himli
Hvør ein heiður og framíhjárættur tað er at kunna boðað evangeliið! Stór var gleðin, tá ið svarkortini byrjaðu at koma inn. Fýra vikur aftaná vóru 30.000 svarkort komin til skrivstovuna hjá Christ for All Nations í Frankfurt. Nógvar greiðar avgerðir fyri Jesusi og vitnisburðir komu bæði við e-mail og telefon. Við tárum lósu tey umaftur og umaftur hvat Harrin hevði gjørt í lívinum hjá hesum menniskjum, tá ið hann broytti minussið hjá teimum til eitt vælsignað pluss. Hvør gleði man ikki vera í Himli yvir hvønn einstakan, sum vendir um. Tann týsktalandi heimurin upplivdi eina grípandi broyting, sum ikki endar fyri tí um hetta tiltakið er fullført. Evangeliið hevur onga datomerking, men er altíð frískt og viðkomandi.
Fleiri tiltøk
sett í verk?
Síðani eru fleiri Frá Minus til Pluss tiltøk sett í verk. Frá 11. til 16. november 1996 varð bóklingurin um kross Kristusar býttur út í Hong Kong. Hetta var áðrenn Bretland læt Hong Kong yvir til Kina. Hendan útgávan var samskipað frá tí bretsku skrivstovuni hjá Christ for all Nations.
Í byrjanini av 1997 varð evangeliinótin kastað út yvir Noreg, Danmark og Svøríki. Hvør stór gleði tað var at síggja øll svarkortini og hoyra allar vitnisburðarnar, sum komu inn til skrivstovurnar hjá ?Frá Minus til Pluss? í Oslo, Malmø og Keypmannahavn. Samstarvið ímillum tær ymisku kirkjurnar og samkomurnar var avbera gott og hevur broytt tað andaliga veðurlagið í hesum londum.
Men enn er henda visiónin ikki fullførd. Næsta stigið er USA og Canada og í september 1999 standa Finnland, Ísland, Grønland og Føroyar fyri tørni.
Ymsar ákoyringar
Reinhard Bonnke sigur, at ikki øll hava verið líka glað fyri tiltakið. Óndar tungur hava ákært hann fyri at vilja heysta æruna ella at syrgja fyri sær fíggjarliga.
? Eg fái ongan fíggjarligan vinning av hesum og Gud veit, at eg havi eitt reint hjarta. Hetta hevur verið ein stór roynd í eyðmjúkleika. Vit hava bert átikið okkum eina rúgvu av eykaarbeiði, men vit trúgva at hetta er Guds serliga ætlan við endan av hesi øldini. Tiltakið verður borið fram í bøn, sigur Bonnke.
Hann er heldur ikki úti eftir at leiða menniskju inn í eitt egið samfelag. Øll frelst verða ávíst nærmastu samkomu á staðnum, sum er við í tiltakinum.
Vil vera evangelistur
? Sjálvur havi eg ikki stovnað egna samkomu. Eg vil vera ein evangelistur, sum er til signing fyri alt Kristi likam. Tað grípur meg at síggja hvat hendir, tá ið miðdepulin er krossur Jesusar. Menniskju gerast brennandi fyri Jesusi og gjalda fyri at fáa evangeliið út til sínar grannar.
Hvat aðrir hava
sagt um tiltakið
Åge Åleskjær, sum var við í norsku nevndini, segði við norska Magasinet tá ið tiltakið fór fram í Noregi:
? Hetta er ein ótrúligur møguleiki fyri samkomurnar í Noregi til at fáa nýfrelst í fangið. Eg heiti á tær samkomur, sum enn ikki eru við, til at luttaka í hesum felagskristiliga tiltaki..
? Einstakar samkomur kenna møguliga ikki Reinhard Bonnke nóg væl og eru tí skeptiskar um hetta tiltakið. Men eg vil heita á samkomur, um at síggja møguleikarnar við tiltakinum. Bókin er kirkjupolitiskt neutral ? og skuldi tí verið eitt eins gott evangeliseringsamboð bæði hjá lutheranarum sum hjá trúarsamkomum, sigur Åleskjær.
Hann legði dent á, at hetta ikki fyrst og fremst var eitt Bonnke tiltak, men eitt tiltak fyri alt kristna fólkið í Noregi.
Kundi ikki
bert hyggja at
Í Noregi vóru 30% av teimum tilmeldaðu samkomunum lutherskar. Í hesum sambandi segði Ole Jonny Møyholm, kappelanur við Magazinet:
? Vit fáa møguleika at náa tey, sum ikki eru nádd. Vit eru opin fyri, at Gud kann brúka hetta. Vit síggja hetta sum eitt tilrættalagt verk, vit kunnu fara inn í. Hetta er bæði ein bíligur og nemmur háttur at náa út við evangeliinum.
Tá ið hann var trúboðari í Japan í 1993, upplivdi hann hvussu tær luthersku samkomurnar hildu seg uttanfyri eitt tvørkirkjuligt evangeliseringstiltak sum leiddi til, at útvið 10.000 menniskju vórðu frelst.
? Vit sóu aftaná, at vit áttu at verið við. Tá avgjørdi eg, at um ein slíkur møguleiki kom aftur, fór eg ikki at stilla meg á síðulinjuna, segði Ole Jonny Møyholm í Magazininum.
Ein avbjóðing til alt kristna fólkið í Føroyum
Í september 1999 verður bóklingurin, sum er týddur til føroyskt borin út í hvørt heim í Føroyum. Hetta er ikki eitt tiltak bert fyri miðstaðarøkið, men fyri alt landið, sum úr ytsta avkróki verður nátt við evangeliinum um Jesus Kristus.
Tað er av alstórum týdningi, at so nógvar samkomur/kirkjur sum gjørligt senda svarkortið inn, sum tær hava fingið, so tær kunnu vera við í uppfylgingini.
Hava tit spurningar kunnu tit skriva til ?Frá Minus til Pluss? Boks 2173, 165 Argir.