Í 1976 kom ein skinnbátur við navninum Brendan til Føroya, og skiparin á hesum báti var bretin Tim Severin.
Endamálið við teirri ferðini var at prógva at siglt var um Atlantshavið, áðrenn víkingarnir gjørdu tað við sínum skipum.
Fólk vóru, sum verða man, forvitin eftir at síggja hetta forkunnuga far, men ein føroyingur var hepnari enn tey flestu. Hann slapp at verða við á túrinum.
Tað var Tróndur Patursson, listamálari.
Gott samstarv
Tróndur var ikki bara við sum sjómaður, men eisini sum teknari, ella illustratør, sum tað eitur.
Tað er nevniliga so, at tá ið Tim Severin hevur gjørt eina kanningarferð, so skrivar hann eina bók um túrin, og tað er til bøkurnar, tekningarnar hjá Tróndi skulu brúkast.
Væl man liggja fyri at skriva hjá Severin. Onkrar av bókunum eru vorðnar bestseljarar, teirra millum er bókin um túrin við Brendan.
Tim Severin hevur tilsamans skrivað 13 bøkur.
Samstarvið millum Severin og Patursson man hava verið gott, tí síðani ta ferðina hevur Tróndur verið við á fleiri kanningarferðum.
Millum annað á teimum báðum seinastu ferðunum, The China Voyage og The Spice Island Voyage.
Til Føroya at
halda fyrilestur
Tim Severin hevur ikki verið í Føroyum síðani 1976, men nú kemur hann aftur.
Hann kemur til Føroya at halda fyrilestur um teir báðar seinastu túrarnar.
Tað er Norðurlandahúsið sum hevur fingið túrin í lag við góðum stuðli frá Amerada Hess.
Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at hann er ikki sørt stoltur av hesi forkunnugu vitjan.
? Tim Severin er ein av teimum síðstu ekspeditiónsleiðarunum sum eru eftir, og hann er sera høgt í metum í útlandinum.
? Eitt nú er hann limur í bretska felagsskapinum, Royal Geographic Society, og tað sigur ikki so lítið. Tað er nevniliga so sera torført at gerast limur har.
Peter Turtschaninoff heldur fyri, at tað eisini hevur týdning fyri skipasøguna, at Severin ger tílíkar ferðir.
? Skipini verða gjørd til endamálið, so sigast kann, at tað er eitt slag av »Naval history« hann ger.
Gjørt nógvar ferðir
Tim Severin hevur verið sera virkin á hesum øki.
Hann er útbúgvin søgufrøðingur við skipum sum sergrein, men sum Tróndur Patursson tekur til:
? Severin heldur ikki, at hann kann sita á landi og granska skip. Hann vil heldur liggja í einum soviposa og merkja, hvussu tað uppførir seg.
Fyrsti túrurin Tim Severin gjørdi var eftir leiðini hjá Marco Polo.
Eisini hevur hann gjørt ein túr oman eftir Missisippi ánni í Ameriku, og tá gjørdi hann ikki mætari, enn at hann tók ommu sína við.
Omman var tá 84 ára gomul - sig so tað.
Tað er sjálvsagt dýrt at gera tílíkar ferðir, men higartil hevur verið møguligt at útvegað fígging.
Hinvegin tykist tað truplari hesaferð. Túrurin til Fjar
eystur at stinga hval er eitt sindur viðkvamur, og tað kann verða orsøkin til, at tað ikki er so lætt at fáa fígging til henda túrin.
Tróndur Patursson heldur, at henda ferðin fyri hann óivað verður tann besta ferðin.
? Eg havi altíð havt so øgiliga stóran áhuga fyri havinum og fingið inspiratión haðani.
Tey sum hava sæð framsýning hansara við glasmálningum geva honum uttan iva rætt í tí.
Tim Severin kemur ikki einsamallur til Føroya.
Við sær hevur hann tveir mans, Leonard Sheil og Joe Beynon, sum báðir eru listamenn. Teir hava eisini verið við á fleiri kanningarferðum.
Við sær til Føroya hava teir eina framsýning við myndum og málningum sum gjørdar eru á túrinum The Spice Island Voyage.
Stuðul frá
Amerada Hess
Norðurlandahúsið hevur sum nevnt fingið stuðul til tiltakið frá Amerada Hess.
Jóhan Mortensen, umboðsmaður sigur, at tað hevur stóran týdning at kenna sín uppruna.
? Samfelagið fer at broytast so øgiligt, tá oljan kemur, og tí halda vit tað rætt at stuðla tílíkum tiltøkum sum greiðir okkum frá okkara uppruna. Tað ger hann við sínum ferðum.
Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin.