Lærugreinin týskt er við sviðusoð í fólkaskúlanum. Nógv færri fólkaskúlanæmingar velja týkst – serliga nú tað ikki longur er neyðugt at hava týkst fyri at slepa í studentaskúla.
Sambært Skúlablaðnum, so vóru skoðsmálini tey ringastu til endaligu próvtøkurnar í Danmark í fjør í munnuligum týskum, og tað verður ikki betri av, at í framtíðini verður byrjað at undirvísa í týskum í 5. flokki, tá ið tímatalið samstundis er skorið niður í 8. og 9. flokki, sigur formaðurin fyri týsklærararnar í Danmark
Týskt hevur tað ikki gott í fólkaskúlanum í Føroyum, tí síðan henda lærugreinin ikki longur er krav til upptøku í studentaskúlanum, eru tað nógv færri næmingar, sum velja týskt. Í Danmark hevur lærugreinin tað heldur ikki gott, hóast Danmark og Týskland eru grannar, og týskt søguliga altíð hevur staðið sterkt í Danmark. Týskt er nevniliga lærugreinin, sum skorar lægst í miðalkarakteri til munnligu próvtøkurnar í 2014, nevniliga 6.
– Vit kunnu ikki síggja burturfrá, at – í miðal – duga næmingar ikki nóg væl týskt. Tað eru flokkar, sum klára seg framúr væl, serliga í Suðurjútlandi, men so eru tað eisini aðrir, ið toga miðaltalið niður, endurgevur Skulablaðið Flemming Nygaard, formann fyri týsklærararnar, fyri at siga við folkeskolen.dk
Orsøkin er, at lærugreinin hevur ov fáar tímar, heldur hann. Við nýskipanini hava næmingar enskt frá fyrsta flokki og franskt ella týskt frá 5. flokki. Enskt fær tveir tímar eyka, ein í fyrsta flokki og ein í øðrum flokki. Týskt/franskt hava fingið ein tíma í 5. flokki og tveir í 6. flokki. Hinvegin hava lærugreinirnar mist ein tíma í 8. og 9. flokki.
– Eg havi lyft fremstafingur fleiri ferðir bæði yvir fyri kenslumálaráðharranum og útbúgvingarráðnum, og eg geri tað fegin aftur. Tað er gott, at byrjað verður at undirvísa í 5. flokki, men tað er fatalt, at tímar eru tiknir frá 7. og 8. flokki. Næmingar vanta rætt og slætt tað, sum skal til at gera teir dugnaligari í lærugreinini í 9. flokki. Og tað ger meg stúrnan, tí duga teir ikki lærugreinina nóg væl í 9. flokki, velja teir hana ikki í miðnámsskúlanum, sigur hann.
Útsøgnin hjá Flemming Nygaard sýnist at vera í samsvari við tað, sum hendir. Í løtuni er tilgongdin til týskt á miðnámsskúlastigi og universitetunum lítil, hóast vinnulívið sóknast eftir fólki, sum duga væl týskt.
Flemming Nygaard undrar seg yvir, at enskt hevur fingið eyka tímar í nýskipanini, og ikki týskt og franskt.
– Enskt líður onga neyð, men tað ger týskt hinvegin, endurgevur Skúlablaðið hann fyri at siga.