Hóast vit tosa um ómetaliga høg tøl tann skeiva vegin í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 20010, so er tað orðingin hjá fíggjarmálaráðharranum, “Timeout í tunnilsmálinum”, sum hevur sett dagsskránna í miðlunum higartil. Sosialurin vistu í farnu viku at siga, at hvørki Sandoyartunnil ella tunlar Norð um Fjall fóru at síggjast í fíggjarlógaruppskotinum, og hetta elvdi alt fyri eitt til hvassar viðmerkingar frá samgongufólkum, her ikki minst frá máttmikla formanninum í Fíggjarnevndini, Anfinni Kallsberg.
Nú uppskotið er lagt fram verða hesi tíðindi váttað. Og fíggjarmálaráðharrin er púra avkláraður og sigur uttan himpr, at tað er “timeout í tunnilsmálinum.” Eftir øllum at døma hevur hann undirtøku fyri hesum í landssstýrinum, eisini hjá formanni Fólkafloksins.
Hóast tunlarnir ikki eru partur av fíggjarlógaruppskotinum og tí ikki áttu at fingið høvuðsfokus, so skerst ikki burtur, at júst teir kunnu koma at seta kílar djúpt inn í samgonguna fyri ikki at siga koppa henni. Vit minnast, at tað á sinni skuldi ikki meira til enn ein almenn farleið til Aberdeen fyri at fella eina samgongu. So hvat tvær so týðandi tunnilsætlanir kunnu gera er nakað vit bara kunnu gita okkum til.
Tveir av sterku monnunum í Fólkaflokkinum, formaðurin í tingbólkinum og fíggjarnevndarformaðurin hava longu gjørt greitt, at teir góðtaka ikki hetta inntrivið frá fíggjarmálaráðharranum og (les teirra egna formanni, Jørgen Niclassen), at eingir pengar verða settir av til tunnilsgerðirnar. Vit taka sum givið, at JE hevur hinar flokkararnar í landsstýrismanum aftanfyri seg, tá fíggjarlógaruppskot verður lagt fyri tingið. Og hvat enn tingmenn sig, so er Jóannes Eidesgaard ikki til at vika. Tað eru tey, sum halda, at “gamli” Jóannes Eidesgaard er aftur traðkaður veruliga í karrakter. Nú kennir man hann aftur, tá hann er bestur. Avgjørdur og greiður í síni niðurstøðu, nevniliga, hvussu kunnu vit skerja í vælferðartænastum og samtíðis seta pengar av til ovurdýrar tunnilsætlanir! Greið tala. Hesum sjónarmiðjum man formaður Javnaðarfloksins hava holla undirtøku fyri kring alt landið og í øllum aldursbólkum. Ikki minst millum landsins 9000 pensionistar.
Orsøkin til at vit taka tunlarnar fram, nú fíggjarlógaruppskot er lagt fram, er tann, at vit meta, at júst hetta málið fer at verða raðfest høgt í kjakinum komandi tíðina. Entá kunna vera tað, sum fær bikarið at flóta yvir og føra til samgonguslit.
Fíggjarlógin hevur eitt hall uppá 767 mill. kr. Mong siga, at hetta eiga vit at kunna liva við í nøkur fá ár. Tað metti m.a. andstøðutingmaðurin Tórbjørn Jacobsen í kjakinum á Rás2 í gjár. Men legði so dent á, at síðani máttu vit fáa javnvág. Og hansara viðmerking var eisini, at tað sermerkir hesa samgongu, at kassaapparatið stendur opið og eingin hugsar um øktar inntøkur. Júst hetta fer helst at verða ein reyður tráður í kjakinum. Ein spurningur, sum átti at verið umrøddur um sama mundið, er, hvat hetta og undanfarin landsstýri hava gjørt fyri at finna inntøkur at koma ístaðin fyri sleptu blokkinntøkurnar.