Timosjenko flutt á sjúkrahús

Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko varð í gjárkvøldið flutt á sjúkrahús við pínu í rygginum, og hon var tí ikki hjástødd, tá rætturin í Kiev í morgun viðgjørdi eitt mál ímóti henni um fíggjarundandrátt og skattaavik.

Í oktober fekk Julia Timosjenko sjey ára fongsul fyri at hava misbrúkt sítt vald, tá hon sum forsætisráðharri skrivaði undir ein sáttmála við Russland um gass.

Fleiri lond hava mótmælt rættarmálunum ímóti Timosjenko, og málini hava gjørt, at viðurskiftini millum ES og Ukraina eru kølnað nógv. ES hevur kravt, at Timosjenko skal latast leys, so hon kann taka lut í tjóðartingsvalinum, sum verður í oktober.