Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin, Julia Timosjenko, gevst væntandi við sínum hungursverkfalli í morgin, Tað sigur dóttir hennara við fjølmiðlarnar. Sagt verður, at hon hevur svøltað seg í 19 dagar.
Tann 51 ára gamla Julia Timosjenko hevur trupulleikar við rygginum, men hon hevur sýtt fyri at fara til viðgerð á einum ukrainskum sjúkrahúsi. Nú er avtala kortini gjørd um, at týski serlæknin Lutz Harms skal viðgera hana á einum sjúkrahúsi í býnum Kharkiv, sum er har eysturi í Ukraina. Sum skilst skal hann eisini hjálpa henni, nú hon gevst at svølta seg.
Týsku myndugleikarnir hava sagt, at Julia Timosjenko kann fáa viðgerð á einum sjúkrahúsi í Berlin, men myndugleikarnir í Ukraina vilja ikki, at hon skal fara av landinum.