Tindar og dalar hjá Eysturríki

Brotssparkið móti Póllandi bjargaði Eysturríki frá stóra vónbrotinum hóskvøldið. Og gevur enntá møguleika fyri stórum fagnaði í seinasta dystinum, har lagt er upp til brak móti Týsklandi. Og upp- og niðurtúrar innan fótbóltin eru nakað, sum eysturríkar kenna til

Fótbóltur

 

1924: Eysturríki verður fyrsta landið uttanfyri Stóra-Bretland, sum ger reglur um yrkisfótbólt, soleiðis at bestu leikarnir kunnu liva av ítróttini hjá sær.

 

1927: Eysturríki tekur stig til kappingina, sum verður nevnd “Mitropa Cup”, sum var ein kapping fyri tey bestu liðini í Mið- og Suður-Evropa. Kappingin verður seinni nýtt, sum frimil til Evropa Cup kappingarnar, sum byrja í 1950-unum. Mitropa Cup heldur fram líka til 1992, bert steðgað av krígsávum, og í 1979.

 

1930: Rapid Wien gerst fyrsta eysturríkska liðið, sum vinnur Mitropa Cup.

 

1931: 1. Wiener FC vinnur Mitropa Cup. Eysturríkska fótbóltslandsliðið, millum manna nevnt “Das Wunderteam” bergtekur Evropa við góðum fótbólti. Bestu dystirnir er 5-0 sigurin á Skotlandi, og 8-2 sigurin á Ungarn. Millum 1931 og fram til HM-endaspælið í 1934 tapir landsliðið bara 2 av 26 landsdystum.

 

1933: Austria Wien vinnur Mitropa Cup.

 

1934: Eysturríki gerst nr. 4 í HM-endaspælinum í Italia. Teir vinna 2-1 á Ungarn í fjórðingsfinaluni, men tapa 0-1 ímóti italsku vertstjóðini í hálvfinaluni. Bronsudystin ímóti Týsklandi tapa eysturríkarar 2-3.

 

1938: Eysturríki verður slúsað uppí tað stórtýska ríkið. Aftaná, at “Anschluss” er sett í verk verða teir bestu eysturríksku spælarnir tiknir uppí týska landsliðshópin. Stóra undantakið er tann framúrskarandi teknikkarin, Mathias Sindelar, sum ber seg undan at spæla á stórtýska landsliðnum. Rapid Wien gerst týskur steypavinnari eftir ein 3-1 finalusigur yvir FSV Frankfurt.

 

1939: Mathias Sindelar verður funnin deyður í íbúð sínari. Deyðsorsøkin er ikki kortløgd enn. Aftaná aldarskiftið verður Mathias Sindelar valdur til bæði besta ítróttarmann í Eysturríki í 20. øld, og til besta fótbóltsspælara í Eysturríki í 20. øld.

 

1941: Rapid Wien verða heiðraðir sum “Reichsmeistar”, meistaralið í tí Triðja Ríkinum. Teir vinna frammanfyri Schalke04, sum var liðið Adolf Hitler helt við.

 

1954: Í HM-endaspælinum í Sveis vinnur Eysturríki bronsu. Í fjórðingsfinaluni vinnur Eysturríki ein minniligan 7-5 sigur á Sveis, sum er málríkasti dystur í HM-endaspæli nakrantíð. Í hálvfinaluni tapa teir 6-1 móti Vestur-Týsklandi, men teir vinna bronsuna við einum 3-1 sigri á Uruguay.

 

1965: Linzer ASK gerst fyrsta liðið uttanfyri Wien, sum vinnur eysturríkska meistaraskapið.

 

1978: Austria Wien kemur í finaluna í Evropa Cup kappingini fyri steypavinnarar. Í finaluni tapa teir stórt 0-4 móti belgiska Anderlecht. Hetta sama árið hendir “Das Wunder von Cordoba” tá Eysturríki í HM-endaspælinum í Argentina vinnur ein 3-2 sigur á vesturtýsku heimsmeistarunum í miðumfarinum. Hans Krankl, sum skjýtur tvey mál í tí dystinum, skiftir frá Rapid Wien til FC Barcelona, og gerst nummar tvey, tá ársins leikari í Evropa verður valdur hetta árið.

 

1982: Eysturríki og Vestur-Týskland fremja í verki eina stóra gølu undir HM-endaspælinum í Spania. Í Gijon rulla liðini bóltin aftur og fram í 81 minuttir. Tá er støðan 1-0 til Vestur-Týskland, og tað røkkur hjá báðum liðum. Algeria endar við Svartaperi, hóast teir hava sama stigatal, sum tey bæði týskttalandi londini. “Avtalaða” úrslitið førir við sær, at síðsti dystirnir í bólkaspælinum í EM og HM-endaumførum eftir 1984 verða spældir samstundis, fyri at ein slík gøla ikki skal endurtaka seg.

 

1985: Rapid Wien røkkur finaluni í Evropa Cup kappingini fyri steypavinnarar. Í finaluni tapa teir 1-3 ímóti ensku Everton.

 

1990: 12. september hetta árið hendir nakað, sum eingin føroyingur ella eysturríkskur fótbóltsfjeppari nakrantíð gloymir. Landskrona gerst heimstaðurin fyri eina tí størstu sensasjónina í fótbóltssøguni. Eysturríki tapir 0-1 til Føroyar, sum spælir sín fyrsta dyst í einari altjóða kapping nakrantíð. Venjari hjá Eysturríki er Josef Hickersberger, sum fer úr starvinum. Í 2006 fær Hickersberger afturval, sum eysturríkskur landsliðsvenjari.

 

1992: Besti eysturríkski venjarin nakrantíð, Ernst Happel doyr 66 ára gamal. Umframt at vinna fleiri meistaraheiti við eysturríkskum feløgum, so vann hann nógv við bæði FC Brügge í Belgia, og Hamburger SV í Týsklandi. Sama ár broytir Prater Leikvøllurin navn til “Ernst Happel Stadion”.

 

1996: Rapid Wien røkkur aftur finaluni í Evropa Cup kappingini fyri steypavinnarar. Hesaferð tapa teir 0-1 móti fronsku Paris Saint Germain í finaluni.

 

2007: Eysturríki liggur so lágt, sum nr. 101 á FIFA-styrkislistanum. Michael Kriess, sonur fyrrverandi eysturríkska landsliðsspælaran, Werner Kriess skipar fyri savnan av undirskriftum. Átakið hjá Werner Kriess og vinmonnum leggur fram krav, at Eysturríki ikki tekur lut í EM-endaspælinum í 2008.