Bólkurin Tinganest hevur í mong ár verið frammi á føroyska tónleikapallinum. Líka síðan fyrsta bandið kom út í 1983. Nú bjóðar bólkurin til konsert í Norðurlandahúsinum. Síðan tá eru 2 bond og ein uppsamlingsfløga komin á føroyska marknaðin frá Tinganest, sum hevur konsert í Norðurlandahúsinum 19. februar.
Tinganest hevur nógvar sangir í sjáttuni . Nógvir av hesum eru endaðir sum landaogn. Eitt nú, Vágagellan, Upp á tá og Havnargøtur. Til konsertina í Norðurlandahúsinum verða eisini nýggir sangir framførdir.
Bólkurin hevur spælt við skiftandi manningum, men høvuðsmenninir Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava verið við allan vegin.
Manningin í Tinganest í dag er Jóan Jakku Guttesen bass og sang, Magnus á Stongum guitar og sang, Finnur J. Jacobsen Trummur og sang, Holgar Jacobsen guitar og sang.
Til hesa konsertina er eisini Hans Olivur Højgaard Joensen á tangentum.
Tveir av limunum, Magnus og Holgar, hava í farna árið givið fløgur út. Magnus ?Loksins? og Holgar ?Ongan veg?.