Meklarafyritøkurnar í Føroyum hava fleiri ferðir víst á, at áhugin frá útlendingum at keypa jørð í Føroyum er vaksandi. Og tað er einki, sum forðar pengasterkum útlendingum at keypa jørð og hús í Føroyum. Í prinsippinum kunnu ríkir útlendingar keypa heilar bygdir og oyggjar upp uttan trupulleikar.
Hesum vil Tjóðveldi forða fyri, og í løtuni verður eitt uppskot til samtyktar viðgjørt í løgtinginum um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.
Tað er ymiskt, hvørjar meiningar løgtingslimirnir hava um hetta málið.
Johan Eli L Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur tað ikki vera rætt at fullkomiliga forða útlendingum at keypa í Føroyum, men at mann heldur kann avmarka á onkran hátt.
Hann vísti á, at tað ikki er heppið at vera gestur í egnum landi, og mann má ansa væl eftir, at útlendingar ikki keypa heilar bygdir. Men hann stúrir fyri, at tað kann fáa avleiðingar fyri ognarrættin, soleiðis at ognin fer niður í virði. Og hann segði eisini, at tað heldur ikki er ein gongd leið at gera tað møguligt fyri føroyingar at keypa upp. Hann helt tað vera eitt løgið signalvirði at senda, at føroyingar kunnu keypa ognir úti í heimi, men útlendingar ikki kunnu keypa í Føroyum.
Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, segði, at mann sær ofta negativt uppá hetta í staðin fyri at síggja positivt uppá tað, tí tað kann skapa aktivitet í eitt øki, har eingin føroyingur keypir allíkavæl. Hann heldur sum útgangsstøði, at tað eigur at vera frítt hjá øllum at keypa, men at mann kann gera nakrar ásetingar. Men at beinleiðis forða øllum at keypa er eitt ógvusligt stig, heldur hann.
Hann sigur, at tað er munur á einari familju úr Oslo og stórum íløgufeløgum, sum fara at keypa upp.
– Eg loyvi mær at ivast í, um tað nakrantíð kemur har til, sigur Bjarni Kárason Petersen til síðstnevnda.
Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit eiga at gera okkurt við hesa avbjóðingina.
– Eg haldi, mann skal ansa øgiliga væl eftir. Okkara land er ikki serliga stórt. Tað, sum ikki verður brúkt til at búgva á, tað verður brúkt til annað gott endamál, sigur hann.
Henrik Old stúrir fyri, at útlendingar nú kunnu keypa og seta upp, men so tá tað gongur illa í samfelagnum, so kunnu teir ríma aftur, og so er ábyrgdin hjá føroyingum at rudda upp. Hann spurdi, um tað er í lagi, at ein norður-koreanari keypir Koltur.
Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum vísti á, at tað kann tykjast provokerandi, at útlendingar kunnu keypa hús í Føroyum, tá fleiri føroyingar ikki hava bústað. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, segði, at hendan avbjóðingin bara ger bústaðarkreppuna verri.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er als ikki samdur í hesum uppskotinum. Hann spurdi fyrst, hvør definitiónin uppá ein útlending er, og tók dømi um norðmenn, sviar, eingilsfólk og danir.
Johan Dahl heldur, at tað skal vera frítt hjá fólki at handla og liva. Hann segði, at tað er ein undarligur hugburður at vilja forða útlendingum at keypa jørð her, og so kallaði hann tað diskriminatión av útlendingum.
Hann heldur harafturímóti, at mann skal innføra okkurt gjald fyri at eiga ogn í Føroyum, til dømis ognarskatt, sum útlendingar eru vanir við at gjalda.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, spurdi, hvør orsøkin er til, at vit føroyingar, sum hava bygt landið upp, ikki vilja eiga hetta landið. Hann sær tað sum ein stóran trupulleika, at einki forðar útlendingum og útlendskum fyritøkum at keypa ognir her. Hoydal roknar við, at áhugin fyri at keypa í Føroyum bara fer at blíva størri. Hann samanbar við onnur lond, sum hava tikið støðu til hetta, og hann heitir tí á landsstýrið um at taka uppskotið til eftirtektar.
Hann sigur, at tað í einari lóggávu væl ber til at taka hædd fyri øllum teimum vansunum, sum hinir løgtingslimirnir gjørdu vart við, áðrenn hann fekk orðið.
Í uppskotinum til samtyktar hevur Tjóðveldi eitt uppskot um, hvør treytin fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum kundi verið. Tað er:
- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tvey ár
- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tilsamans 5 ár