Tingfólk skulu leggja alt á borðið

POLITIKKUR Almenningurin skal kenna inntøku og øll viðkomandi áhugamál hjá tingfólki sambært uppskoti frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni

Hósdagin fer løgtingið at viðgera eitt uppskot frá Kára á Rógvi um »áhugamál tingmanna«. Uppskotið snýr seg um, at skipa eina skrá yvir áhugamál hjá tingfólki. Hendan skráin skal vera tøk á heimasíðuni hjá løgtinginum.
Kári á Rógvi sigur í uppskotinum, at uppskotið til lógina er grundað á tær misfatanir og gitingar, sum mangan standast um áhugamál hjá tingfólki.

- Tingmenn hava skyldu at boða frá ávísum áhugamálum eftir stýrisskipan og samsýningarlóg, men hesar upplysingar verða ikki savnaðar og kunngjørdar, sigur Kári á Rógvi.
Hann vísir á, at við hesi lógini verður hetta nú skipað í skrá, sum samberast kann við aðrar skráir, ofta á enskum máli nevndar »members' interests« skráir.

Í fyrstu syftu er ætlanin at skráin skal fevna um tey 33 fólkini, sum vald eru á ting. Síðani er eisini ætlanin at taka landsstýrisfólkini við, eins og føstu varafólkini á tingi og seinni eisini fólk, sum í styttri tíðarskeið hava sæti á tingi.

– Eisini kunnu fólk, sum bjóða seg fram sum tingfólk, skráseta seg til tess, at hesar upplýsingar, sum krevjast av tingfólki, eisini eru kendar um tey, sigur Kári á Rógvi í viðmerkingunum.

Sambært uppskotinum, so skal persónur, sum er tikin við í skránna, greiða frá hvørji viðkomandi hann hevur ella hevur havt, hann skal kunngera sína skattskyldugu inntøku hann hevur havt seinastu fimm árini, hvørjar ognir hann eigur, partabrøv, vinnuvirki, sethús og aðrar týðandi ogni, hvørjhum týðandi áhugafelagsskapum hann er limur í.

Tað verður løgtingsformaðurin, sum skal krevja inn upplýsingarnar og tryggja, at allir kravdir skrásettir persónar verða skrásettir. Sambært uppskotinum skal lógin koma í gildi á ólavsøku næsta ár.