Tingformaður í parliamentinum í Bretlandi, John Bercow úr Konservativa, er harliga ímóti, at forsetin í USA, Donald Trump, sleppur framat talarastólinum í Westminster.
Tað skrivar BBC í kvøld.
Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, bjóðaði annars Donald Trump til Bretlands á almenna vitjan, í samband við hennara egnu vitjan í USA, har hon hevði eina talu fyri Republikanska flokkinum.
Í kjalarvørrinum av hennara innbjóðing til Donald Trump, segði John Bercow, tingformaður, at hann hevði einki ímóti eini almennari vitjan av eini vinarlandi sum USA, men at hann var ímóti, at Trump skuldi fáa ein politiskan pall í Bretland. John Bercow vísti til tey mongu politisku átøkini, ið Donald Trump hevur sett í verk, at verða ímóti sínum politisku virðum.
Viðmerkingin fekk góða móttøku í tingsalinum, serliga frá skotska loysingarflokkinum, Scottish National Party.
Sí filmsbrot við at trýsta á pílin undir myndini.