Tinghellan

Føroyingar kenna tinghelluna. Flestu føroyingar hava gingið úti í Tinganesi ella sæð Nesið í sjónvarpi.


Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri



Uttast á Nesinum er tann hellan, har føroyska altingið helt til í gomlum døgum. Vit vita, at føroyingar valdu fólk á ting, og helst vóru tað bert hesi kosnu umboð, ið áttu rætt at atkvøða á tingi. Men allir frælsir menn áttu rætt at møta á tingi, og vit kunnu ímynda okkum politiska orðaskiftið tá á døgum.

Sjálvandi hava nevndarmenninir ella tingmenninir verið frammarliga í orðaskiftinum, men bæði í krókunum innanfyri tingstaðin og helst eisini á sjálvari Tinghelluni hava fólk við áhuga ella skili fyri ávísum viðurskiftum havt høvi at sagt sína hugsan.

Ein skipan seymað til eitt lítið land. Fólkið ger av, hvør skal ráða, men tey ráðandi kunnu ? og skulu ? lurta eftir skili og sjónarmiðum.

Onki er nýtt undir sólini. Vit hava framvegis tørv á, at fólk trðna fram á Tinghelluna. Fólk við royndum, fólk við útbúgving, fólk við sjónarmiðum.

Í langa tíð hava vit á Sosialinum arbeitt við at menna orðaskiftið í blaðnum. Nú upp undir løgtingsvalið er eingin endi á teimum, sum vilja koma til orðanna. Í øllum hesum floyminum av innsendum tilfari hava vit gjørt av, at nú skal tað vera, at Tinghellan ? skipaða kjakforumið í Sosialinum ? skal gerast partur av blaðnum. Í fyrstu atløgu verður hesin tátturin í blaðnum í hvussu so er eina ferð um vikuna.

Fyrstur at taka orðið á Tinghelluni er Kári á Rógvi. Hann er løgfrøðingur. Hesi seinastu árini er hann vorðin kendur sum skrivari hjá grundlógarnevndini. Men hann hevur eisini verið frammi við áhugaverdum sjónarmiðum um m.a., hvussu politikkur í Føroyum verður útviklaður, og hvussu hann verður framdur.