Tingið í láturkrampa

Tá ið munnligir fyrispurningar vóru á skránni sveik tøknin og steðgur var eina løtu

Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, átti fyrsta fyrispurning um oljuflutning til Fugloyar.

 

Hann setti spurningin fram, men so virkaði tøknin ikki og tingformaðurin legði fundin niður eina løtu. Tá ið fundurin var tikin uppaftur, skuldi tingmaðurin seta spurningin aftur, men mestsum alt tingið fekk láturkrampa og tingmanninum eydnaðist ikki at lesa spurningin uppaftur.

 

Tað endaði við at tinformaðurin, sum eisini flenti í skellilátri, segði, at spurningurin var settur og Henrik Old bara skuldi svara.

 

Eftir tað var friður og tingið fór til arbeiðis.