Formansskapurin arbeiðir við at digitalisera alt samskifti við løgtingsumboðini, og tað er ynskið hjá formansskapinum, at tað skal vera lagaligari at lurta eftir orðaskiftunum
Jóannes Hansen
Politiskur nýggjársdagur er ólavsøkudag, sum hesa ferð er sunnudagur. Vanliga arbeiðir Løgtingið ikki sunnudag, men ólavsøkudagur er undantikin. Tað verður hildið, at skrúðgongan, kirkjugongdin og at seta Løgtingið hoyrir saman.
Grein 10 í Stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir. Har er eisini ásett, at ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið.
Hetta er fyrsta Ólavsøkan hjá tinginum, sum varð valt 29. oktober í fjør, og tí eru tað fleiri, sum fyri fyrstu ferð fara at ganga í skrúðgongu.
Hetta verður eisini fyrsta ferðin, at Jógvan á Lakjuni, tingformaður, fer at ganga í miðjuni í fremstu røð við biskupi og løgmanni undir hvør sínari lið.
Jógvan á Lakjuni:
Ólavsøkuskrúðgongan sýnir tað gamla sambandið ímillum ting og kirkju, ímillum tað verðsliga valdið og átrúnaðin, kristindómin – ein ásannan av og ein áminning um, at tað er ein hægri makt til – eitt vald, sum er hægri enn okkara. Og hugsa vit um okkara forfedrar – og tað gera vit ein slíkan merkisdag – so vita vit, at okkara gamla mentan og siðvenja á mangan hátt hevur verið gjøgnumseyrað av hesi ásannan, hesum sama gudsótta.
Jógvan vísir í hesum sambandi til yrkingina hjá H. A. Djurhuus, ”Tit, sum í fjøru fóru”, har hann sigur í síðsta ørindi:
Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, ið tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land!
Minni pappír
Umframt framløgu er einasta mál á dagsskrá á tingfundinum sunnudagin, at løgmaður ber sína røðu fram soleiðis, sum tað eisini er ásett í stýrisskipanarlógini.
Týsdagin og mikudagin verður røðan umrødd, og hósdagin verður fyrsta viðgerð av fiskidagatalinum næsta fiskiár. Harvið verður tað aftur politiskur gerandisdagur.
Tingformaðurin og formansskapurin umrøða støðugt, hvørjir møguleikar eru at betra umstøðurnar:
-Ætlanir eru um at digitalisera alt tilfarið, sum verður latið tinginum. Tað gerst alt meiri vanligt, at nevndir og ráð fáa tilfarið á ipad, og hetta er heldur ikki ókent í politiskum høpi. Formansskapurin hevur gjørt av at arbeiða við hesum spurninginum, og í løtuni kannar umsitingin, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða. Eitt er, at tingfólk helst mugu á skeið í nýggju tøknfrøðini, men vit mugu eisini kanna, um tað eru formell viðurskifti og krøv, sum skulu tillagast ella broytast. Eg dugi ikki at siga, nær tilfarið verður digitaliserað, men vit ímynda okkum, at tað verður í hesi tingsetuni, sigur Jógvan á Lakjuni.
Betri samband
Formansskapurin hevur eisini umrøtt, hvussu tað kann skipast soleiðis fyri, at tað verður lættari hjá almenninginum at fylgja við í orðaskiftunum.
-Vit arbeiða við hesum spurninginum, og eg havi avrátt við Føroya Tele, at vit skulu taka hetta upp í næsta mánað. Hvørjir møguleikarnir eru við einari rás burturav í Televarpinum, veit eg ikki, men møguleikarnir við internetinum eru nógvir og ivaleyst lættir at fáast við. Vit hava eisini tosað um møguleikan at fáa orðaskiftið á útvarpsrás. Hetta hevði komið væl við hjá teimum, sum eitt nú eru í bili ella á sjónum. Hetta er kanska ein størri avbjóðing, og tað valdast eisini um kostnaðin. Men eingin ivi er um, at vit fegin vilja, at tað skal verða lættari hjá almenninginum at fylgja við, sigur Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður, sum sunnudagin klokkan 13 fyri fyrstu ferð fer at seta tingið á Ólavsøku.