Tinglimir sleppa ikki til arbeiðis í morgin

Men hósdagin hittast tey aftur

Tað er ikki bara samferðslan, sum er órógvað veðrinum, sum væntandi verður í morgin. Løgtingið skuldi hittast í morgin, men nú er tingfundurin avlýstur fyri veður. Men tað forbjóðar seg næstan sjálvt at hava tingfund í morgin, tí at kalla øll samferðsla verður løgd still fyrrapartin í morgin, tí hann sigur frá so ringum veðri allan seinnapartin. Tað merkir, at tað verður ringt hjá fleiri tinglimum at sleppa til Havnar – ella heim aftur.

 

Tey málini, sum skuldi viðgerast í morgin, verða ístaðin umrødd á Løgtingsfundi hósdagin.