Helgi Abrahamsen løgtingsmaður hevur í dag sett Sirið Stenberg landsstýriskvinnu ein fyrispurning um bandasavnið hjá Kringvarpinum. Tað skrivar hann á Facebook.
Hann vil hava at vita:
1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast atkomuligt hjá almenninginum ?
2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum?
3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig?
4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt?
LES EISINI: SavnsGull farið í søguna
##med2##
– Arbeiðið við at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum er liðugt. Nú manglar bara at gera savnið atkomuligt hjá okkum øllum, skrivar tingmaðurin.
– Eisini eru nógvar virðismiklar føroyskar tónleikaútgávur gjørdar gjøgnum tíðina, sum ikki longur kunnu keypast. Við nútíðartøkni hevði borið væl til at savnað og talgilt hesar, og saman við savninum hjá Kringvarpinum at gjørt tær atkomuligar hjá øllum.
Tí hevur hann nú sett landsstýriskvinnuni ein fyrispurning.