Tað sigur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann vísir á, at løgtingsforkvinnan tók hetta málið upp beinanvegin í januar í ár, og hon hevur hansara fulla stuðul í arbeiðinum.
– Løgtingið hevur fyrr fingið tilmæli frá einari uttanhýsis nevnd um at broyta bæði samsýning og eftirløn hjá tingfólki. Tað hevur í tí sambandi verið mælt til at broyta pensjónsskipanina hjá tingfólki, so farið verður frá skipanini við tænastumannapensjón til eina skipan, har landið rindar 15 prosent av lønarsamsýningini hjá tinglimum í eina góðkenda pensjónsskipan. Tað er einki til hindurs fyri at støva álitið av og seta tað í gildi.
– Eg kann bara ásanna, at undanfarin løgting hava eftir øllum at døma ikki verið sinnaði til at broyta hesar skeivleikarnar. Sum nýggjur tingmaður haldi eg tað hinvegin hvørki vera rætt ella rímiligt, at eg skal vera undir einari meira lønandi pensjónsskipan enn onnur fólk í Føroyum, sigur Uni Holm Johannesen