Tað kom fram undir viðgerðini av ólavøskurøðu løgmans í morgun. Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, var ógvuliga ivasamur um koppseting ímóti krononu. Hann segði seg vita, at fólk í Føroyum eru deyð av koppseting. Og hann heitti á løgmann at tryggja, at mismunur ikki fer at verða gjørdur á fólki í Føroyum, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett.
Keldurnar hjá tingmanninum vóru ikki serliga greiðar, hann vísti til tað, sum »onkur hevur skrivað á Facebook«. Men niðurstøða hansara var púra greið, at koppsetingin er vandamikil.
Tað passar illa við tað, sum løgmaður hevur sagt í tíðindaskrivi aftan á røðuna hjá Steffani Klein Poulsen morgun:
»Meðan ferðin økist, verður roynt at fáa so nógv koppsett, sum gjørligt, komandi tíðina. Sjúkrahúsverkið fer undir eitt átak, sum skal gera tað lættari hjá teimum, sum hava torført við at koma á koppsetingarstaðið, at verða koppsett. Til dømis hjá teimum, sum búgva á útoyggj.«
##med2##
Løgmaður hevur uttan iva undirtøku fyri hesum í Løgtinginum, men greitt er, at hann hevur ikki fulla undirtøku í landsstýrinum og ikki fulla undirtøku í samgonguni fyri koppsetingarætlanini.
Tá Sosialurin 26. mai ár – eftir at Jenis av Rana hevði boðað frá síni mótstøðu ímóti koronukoppseting – spurdi øll ting- og landsstýrisfólk, um tey fóru at lata seg koppseta, vóru tað bara tey trý umboðini hjá Miðflokkinum, sum ikki vóru fyri koppseting.
Niðanfyri síggjast svar teirra:
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##