Løgmansrøðan verður viðgjørd hósdagin 31. juli og fríggjadagin 1. august, og lógin um vinnuligan fiskiskap fer til 1. viðgerð týsdagin 5. august Løgtingið verður sett ólavsøkudag klokkan 13. Tá fer løgmaður at halda røðu, og nú er avgjørt, hvussu arbeiðið hjá tinginum skal skipast fyrstu dagarnar eftir ólavsøku.
Ásett er, at tingið skal fara undir umrøðuna av løgmansrøðuni hósdagin 31. juli kl. 9.30. Hildið verður fram við umrøðuni fríggjadagin 1. august.
Fyrsta málið, sum annars er sett á dagsskrá, er ásetingin av fiskidøgum fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. 1. viðgerð av lógini um vinnuligan fiskidag ella fiskidøgunum, sum tað snýr seg um, er sett at vera týsdagin 5. august. Uppskotið skal viðgerast í vinnunevndini, og 2. viðgerð er sett at vera fríggjadagin 15. august.
Fiskidagarnir fyri næsta fiskiár skulu sambært lógini vera ásettir í seinasta lagið mánadagin 18. august.