Í setanarrøðuni tók Herálvur Joensen støði í felags upplivingini, sum ólavsøkan er fyri allar føroyingar. Helst er tað júst tí, ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, helt herálvur fram. Onkursvegna er ólavsøkan ein ímynd og samanrenning av okkara verðsliga, politiska og andaliga samleika, har øll kenna seg aftur í onkrum, sum hon umboðar.
Kjakið brúk fyri útisetum
Men felags upplivingin røkkur longur enn til ólavsøkuna. Herálvur vísti á, at Føroyar eru fáment tjóð, og tí er ikki nóg mikið, at føroyingar í Føroyum eiga samfelagsliga orðaskiftið einsamallir. Sum dømi nevndi hann kjakið um Visjón 2015, har vit neyvan kunnu vera ósamd um, at tað er gott, at landsstýrið setur sær mál, ið røkka longur enn til dagsins evni.
- Skal ætlanin tó eydnast til fulnar, er umráðandi, at allir føroyingar, eisini teir, ið búleikast uttanlands, taka lut í orðaskiftinum um, hvørji mál Føroyar eiga at seta sær, segði Herálvur og minti á, at nógv samfelags- og mentanarlig hugskot hava sæð dagsins ljós millum føroyingar í útlegd, áðrenn tey rúma tíð seinni eru rótfest í orðaskiftinum og kanska sett í verk heima.
- Tað sigst, at føroyingar kunnu vera heldur erkvisnir, og útisetar, sum loyva sær at siga sína hugsan, kunnu rokna við onkrum glepsinum fyri teirra støðu sum útisetar, tá teir leggja seg út í kjakið. Serliga um teir siga onkran sannleikan, segði Herálvur, men minti á, at summi evni høvdu helst verið tagd burtur, um ikki onkur framfýsin útiseti hevði tikið tey upp.
Herálvur ivaðist tó ikki í, at stóra talið av føroyingum, sum búleikast og nema sær útbúgving í Danmark, gevur góðar møguleikar fyri, at tað eisini í komandi árum fara at koma spennandi tankar og hugskot frá føroyskum útisetum á hesum leiðum.