Útisetar vilja eisini búgva í Føroyum

Fyri at vit skulu gera okkum nakra vón um at skapa fólkavøkstur í Føroyum er neyðugt, at vit fáa fólk heimaftur eftir lesnað, ella at tey fáa møguleika at lesa í Føroyum. Nógv er sagt um hetta málið, og fari eg tí at býta tað í tvey. Fyrst fari eg at viðgera teir møguleikar, vit kunnu bjóða lesandi í Føroyum.

Síðani eg byrjaði at hyggja mær eftir útbúgving, eru stór framstig gjørd á Fróðskaparsetrinum. Valmøguleikarnir eru munandi fleiri, og tá ein hevur savnað flestu víðari útbúgvingarnar á Fróskaparsetrinum eru lunnar lagdir undir einari munandi betring av hesum.
Tað eru tó enn fleiri, ið søkja ávísar útbúgvingar uttanlands, sum vit kundu bjóðað í Føroyum. Hetta er serliga innan løgfrøði og búskap. Tískil hevði tað verið áhugavert, um nývalda tingið kannaði møguleikan fyri at stovna flokkar við nýggjum útbúgvingum á Setrinum.
At lesa um alnetið er eisini ein møguleiki. Henda møguleika havi eg sjálvur roynt, og tað hevur riggað sera væl. Hetta hevur verið gjøgnum ein danskan skúla, og tá ið tað riggar hjá einum donskum skúla, so er tað ein sjálvfylgja, at hetta eisini kemur at rigga hjá einum føroyskan skúla.
Má eisini nevna útlendsk lesandi, tá eg nevni nýggjar útbúgvingar. Eg havi fylgt hesum kjakinum og haldi tað vera spennandi. Vit skulu royna at fáa útlendingar til Føroya at lesa, men at halda tað, at hesi einaferð gerast so nógv, at tey koma at fíggja eitt fróskaparsetur, tað er at lata kjakið fara ov langt. Vit skulu skapa útbúgvingar fyri at útbúgva føroyingar so væl sum gjørligt, tí so skulu útlendingar nokk koma.
Í ríkisfelagsskapinum hava vit tann gylta møguleika, at vit kunnu lesa á donskum lestrarstøðum á jøvnum føti við danir. Hetta í sær sjálvum er ein einastandandi møguleiki, sum vit hava.
Fyri summi er Danmark ikki júst lestrarstaðið. Hesi leita sær so til onnur lond at lesa. Eisini hesum lesandi gevur ríkisfelagsskapurin góðar møguleikar. Sum partur av danska ríkinum kunnu vit lesa júst har vit hava hug og samstundis fáa danskan SU í lestrartíðarskeiðinum.
Tá ið vit hava so góðar møguleikar í ríkisfelagsskapinum stendur avbjóðingin hjá politikkarunum í at fáa hesi heimaftur. Tað er sera virðismikið fyri eitt samfelag, at borgarar fara uttanlands at útvega sær vitan, sum hesi síðani taka heim við sær og skapa stóra nyttu fyri samfelagið.
Hetta er ein stórur trupulleiki, tí vit sum samfelag gerast so sera fátøk, um okkara ungu, sum enntá hava fingið virðismikla vitan uttanlands, ikki koma heimaftur. Trupulleikin liggur í, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so sera høgt. Hetta er galdandi fyri skatt, húsarhaldskostnað og ikki minst keyp av bústaði. Hetta eru viðurskifti, sum ein politiskur vilji kann gera nakað við, og hetta er ein íløga, sum kann rinda seg aftur fleiri ferðir.
Vit í Føroyum mugu raðfesta hesar útisetar. Vit skulu byggja íbúðir, sum eru navnamerktar til hesi, so tey kunnu flyta heimaftur. Hetta eigur ein komandi stjórn at raðfesta sum eitt av fremstu málum. Tí hesi skapa ikki bert fólkavøkstur, men økja fakliga støðið og fremja búskaparvøkstur.