Hvar ert tú staddur?
Í Stockholm. Beint í løtuni búgvi eg á Lidingö norðan fyri Stockholm, men eg arbeiði víða hvar í Stór-stockholmsøkinum.
Hví flutti tú til Stockholm?
Eg flutti higar til býin í lestrarørindum á heysti í 1987. Til Svøríkis
flutti eg í 1985.
Hvat tekst tú við nú?
Eg eri free-lance tónleikari, mest kirkjutónleikari, men eg undirvísi eisini
og spæli til undirhalds og greiði frá um Føroyar o.a. Harumframt syngi eg
rættiliga nógv.
Hvat dámar tær í Svøríki?
Fólkið, mentanina, siðvenjuna, náttúruna, tónleikatraditiónina og fyri ein
stóran part eisini mentalitetin.
Hvussu er mentanin í Svøríki?
Tað veldst um, hvar í landinum tú býrt, tí eyðsæð er munur á mentanini í
Stockholm og Munkfors. Sagt í heilt stuttum so eru svenskarar ótrúliga
effektivir, fyri tað mesta vinsælir og eitt sindur smædnir. Teir leypa ikki
um hálsin á tær, fyrstu ferð tit hittast, men fært tú ein svenskara til vin,
hevur tú mangan ein vin fyri lívið. Hetta er serliga galdandi uttan fyri
stórbýarøkini, Stockholmarar eru stórbýarbúgvar upp á gott og ilt.
Hvussu er maturin í Svøríki?
Væl frægari enn tá ið eg flutti higar. Ella havi eg vant meg við hann. Tað
tók mong ár, og í fyrstani longdist mær illani eftir føroyskum mati. Hesi
seinnu árini eru svenskarar tó farnir at eta meira grønmeti, og tað er
frálíkt.
Hvussu er veðrið í Stockholm?
Hetta summarið og heystið hevur verið heilt einastandandi gott. Meira sól og
hástrýst og minni av regni enn í Føroyum, men lukkutíð liggur Stockholm við
havið. Eg búði eitt skifti inni í landinum, men bleiv til frens av tí.
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
At svara upp á handan spurningin krevur eina longri blaðgrein. Skal eg flyta
heimaftur, so skal eg helst flyta nú, men beint í løtuni eri eg í iva.
Viðurskiftini eru øgiliga smá í Føroyum, og eins og so nógvir aðrir útisetar
havi eg vant meg við at hava størri rásarúm. Alnótin og ip-telefoni (eitur
tað teldufoni?) hevur eisini við sær at tú, umframt at fylgja við á
skíggjanum, kanst tosa, tjatta og skeipa og vera føroyingur hvønn tann
einasta dag í nógv størri mun enn fyri bert fimm árum síðani.
Fakta:
Navn: Heri Eysturlíð
Føddur: 4. Juli 1964
Føðisstaður: Klaksvík
Besti matur
- Føroyskur: Ræst kjøt, seyðarhøvd
- Útlendskur: Eitt sindur av hvørjum, men tað skal helst vera vistfrøðiligt
Útbúgving: Kirkjutónleikari
Starv: Free-lance tónleikari
Motto: Ver ikki bangin fyri at royna eitt sindur av hvørjum og gev aldrin
upp!