- Tit hava fleiri góðar spælarar

Venjarin hjá Norðurírlandi hevði rósandi orð at bera føroysku leikarunum á tíðindafundinum eftir dystin.

Eftir kvøldins 1-3 sigur var venjarin hjá Norðurírlandi, Michael O'Neill, ein væl hýrdur maður. Í hálvleikinum var støðan tó 1-1, men tó var norðurírski venjarin kortini væl nøgdur við avrikið hjá leikarum sínum, tá ið farið var til hálvleiks.

 

- Í hálvleikinum segði eg við leikararnar, at teir spældu væl, og at tað var reint óhepni, at vit ikki vóru á odda í hálvleikinum. Hóast tað var nógvur vindur í fyrra hálvleiki, so sótu vit á tí mesta fyrstu 45 minuttirnar. Vit vistu, at í seinna hálvleiki fóru vit at fáa møguleikar at vinna dystin, og tað vísti tað seg eisini, at vit fingu, segði Michael O'Neill, tá ið yvirritaði bað hann seta orð á fyrstu 45 minuttirnar.

 

Norðurírski venjarin vísti tó eisini á, at hann var hugtikin av føroyska liðavrikinum. Og serliga vóru tveir føroyskir leikarar, ið honum dámdi væl.

 

- Eg haldi, at Føroyar hava fleiri góðar spælarar. Millum annað legði eg serliga til merkis Brand Olsen og Hall Hansson, ið eg haldi vera sera góðar. Hóast føroysku spælararnir ikki eru víðagitnir í evropeiskum fótbólti, so er sjálvur liðandin á føroyska liðnum sera hugtakandi, og tað vistu vit eisini av áðrenn dystin. Um vit ikki høvdu sama liðanda og offurvilja, sum føroyingarnir altíð hava, so fóru vit at fáa trupulleikar, men í kvøld stóðu vit føroyska liðandanum kurl, segði O'Neill víðari.

 

Tá ið Føroyar taptu ímóti Norðurírlandi í Belfast í fjør kom eitt mál eftir deyðbólt. Norðurírar megnaðu at betra um hetta fyrr í kvøld, tí at tvey av málunum hjá Norðurírlandi í kvøldsins dysti á Tórsvølli komu upp á deyðbóltar. Norðurírski venjarin sigur, at á hesum økinum eru norðurírarnir serliga sterkir.

 

- Til dystin í Belfast í fjør løgdu vit til merkis, at har var okkurt at heinta í deyðbóltsstøðunum. Vit høvdu tó ikki fyrireikað deyðbóltarnar serliga væl til dystin í kvøld, tí at sum heild eru vit altíð rættiliga sterkir upp á deyðbóltar. Vit hava bæði leikarar, sum kunnu skjóta góð innlegg, og eisini hava vit fleiri leikarar, ið eru sterkir í luftspælinum. Deyðbóltar eru sum heild ein stórur partur av spælinum hjá okkum. Afturat tí, at vit eru vandamiklir í deyðbóltsstøðunum, so eru vit eisini góðir til at verja í hesum støðum. 

 

- Serliga í fyrra hálvleiki høvdu vit fleiri góðar deyðbóltar, og har helt eg, at vit høvdu kunnað fingið okkurt mál afturat upp á onkran deyðbólt, segði Michael O'Neill at enda á tíðindafundinum í FSF-húsinum.

 

Úrslitið í kvøld merkir, at Norðurírland er sera nær við at tryggja sær luttøku til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar. Vinna norðurírar mánakvøldið á heimavølli ímóti Ungarn, so er luttøka teirra til EM endaliga staðfest.