- Tit hava stolið mín barndóm

Tað var ein sjónliga rørd Greta Thunberg, sum í dag helt røðu framman fyri heimsins leiðarum á ST fundi í  New York í dag.

Um 60 av heimsins leiðarum vóru samlaðir í ST bygninginum í New York til veðurlagsfund, sum ST aðalskrivarin, Antonio Guterres hevði skipað fyri, og tað var samstundis eisini hann, ið hevði boðið Gretu Thunberg við á fundin.

- Hetta er skeivt. Eg skuldi ikki eingang verið her. Eg skuldi verið í skúla hinumegin hav. Kortini koma tit øll til okkum ungu fyri at fáa vón. Hvat billa tit tykkum inn? segði Greta Thunberg.

- Tit hava stolið mínar dreymar og mín barndóm við tykkara tómu orðum. Kortini eri eg ein av teimum hepnu. Fólk líða, fólk doyggja, heilar vistfrøðiskipanir detta saman, helt hon áfram.

Tað varð ikki væntað, at Donald Trump forseti fór at møta upp til fundin, serliga tí hann áður hevur sagt, at hann trýr ikki upp á veðurlagsbroytingar. Kortini var hann tó at síggja á fundinum, hóast hann ikki tók orðið.

##med2##

Antonio Guterres hevði frammanundan fundinum gjørt greitt, at lond sluppu einans at taka orðið, um tey høvdu ítøkiligar ætlanir um hvussu CO2 útlátið kundi skerjast.

- Hetta er byrjanin til eina oyðing, og tað einasta, ið tit kunnu tosa um, er pengar og ævintýr um ævingan búskaparligan vøkstur. Hvat billa tit tykkum inn? segði Greta Thunberg.