Í dag er 17. mai, og tað er tjóðardagur í Noregi. Umframt tjóðardag er 17. mai eisini grundlógardagur í Noregi.
Dagurin verður hátíðarhildin kring alt Noreg við ymsum skrúðgongum, fløggum, tónleiki og eyðkenda tjóðarbúnanum.
Í Oslo savnast í dag fleiri tíggjutúsund fólk á gøtuni Karl Johan, har tey fylgja við í skrúðgongu og øðrum, ið fyriferst á gøtuni í dag. Eisini plaga nógv fólk at standa framman fyri Kongeslottet, har norska kongshúsið kemur út á balkongina at veittra.
Barnaskrúðgongan í Oslo er tann longsta í Noregi, har yvir 100 skúlar og orkestur luttaka. Byrjað bleiv klokkan 09.00 í morgun, og síðani verður gingið gjøgnum býin, áðrenn endað verður við Ráðhúsið beint eftir døgurða í dag.
Eisini í Bergen verður nógv gjørt burturúr. Tann stóra skrúðgongan byrjar við Torgallmenningen klokkan 10.30 og endar á tí sokallaða Festplassen, har konsertir og annað undirhald er á skránni í allan dag.
Dagurin plagar at enda við nógvum fýrverki, tá klokkan nærkast midnátt.