Tjóðarlundir til fólkið

Føroyar eru ótrúliga náttúruvakrar, og tí áttu vit at skapt nakrar tjóðarlundir, so vit kundu varðveitt okkara ríka plantu- og urtalív, fyri ikki at tala um fuglalív, sigur Heidi Petersen

Í framløgu síni í sambandi við viðgerðina av løgmansrøðuni, nam Heidi Petersen við føroysku náttúruna og vísti á, hvussu ótrúliga vøkur hon er.

- Okkara náttúra er serstakliga vøkur, men samstundis eisini ógvuliga sárbar. Hon verður nýtt í ein stóran mun til húsdjórahald, har bæði seyður, neyt og gæs verða slept og ganga í haganum. Hetta gongur út yvir plantir og urtir eins væl og fuglalív, og tí áttu vit at skipa nøkur av okkara allarvakrastu og mest týðandi økjum sum tjóðarlundir, har einki órógvandi slapp framat, sigur Heidi Petersen.

Hon sigur, at økir áttu at verið skapt, har eingi djór og ongar maskinur av nøkrum slag sluppu framat, hvørki bilar ella bátar. Einki, sum kann órógva hvørki plantir og urtir ella fuglin. Heidi Petersen vísir á nøkur ítøkilig øki, sum eru serliga rík við antin plantum og urtum ella fugli.

- Sum dømi kundi verið nevnt Gróthúsvatn á Sandoynni, sum er kent fyri sítt ríka plantu- og urtalív. Har finnast plantusløg, sum helst ikki finnast aðrastaðni í Føroyum. Og Toftavatn, sum er kent fyri sítt ríka fuglalív. Ella Eiðiskollur, sum bæði hevur ríkt plantu- og fuglslív. Og tað eru eitt ótal av øðrum møguleikum eisini, sigur Heidi Petersen.

Onnur serlig eyðkenni kundu eisini komið upp á tal, eitt nú fossar, áðir og serligir hamrar. Støð, sum skulu skipast á slíkan hátt, at bert ber til at koma hagar hjá fólki til gongu.

- Nú so nógv verður tosað um náttúru og umhvørvi haldi eg, at hetta er júst rætta tíðin at taka hetta málið upp, sigur Heidi Petersen.