Tjóðbankin ávarar um ovurhiting í búskapinum

Í nýggjari frágreiðing staðfestir danski Tjóðbankin, at føroyski búskapurin ?koyrir í hægsta geari?

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frøist um, at samsvar er millum útmeldingarnar frá Fíggjarmálaráðnum og nú frá danska Tjóðbankanum.

Tjóðbankin staðfestir í frágreiðing sínari fyri 3. ársfjórðing 2007, at ?Det stigende handelsbalanceunderskud og den meget lave arbejdsløshed er klare signaler om, at økonomien kører i højeste gear. Med den store mangel på arbejdskraft ville det give god mening, at kommunerne og landskassen holder igen med yderligere udgiftsvækst i de kommende år?.

Samstundis metir Tjóðbankin, at

-De senere par års betydelige underskud på handelsbalancen har sandsynligvis bragt saldoen på betalingsbalancens løbende poster i underskud.

Nýggjasta frágreiðingin frá Tjóðbankanum er fult í tráð við tað, Fíggjarmálaráðið hevur fráboðað seinastu mánaðirnar um ovurhiting í búskapinum, møguligum halli á gjaldsjavnanum og tørvin á arbeiðsmegi.

-Ójavnarnir, sum fíggjarmálaráðið hevur víst á, verða staðfestir í nýggjastu frágreiðingini frá Tjóðbankanum. Samstundis metir Tjóðbankin eisini, at land og kommunur eiga at reka ein tálmandi búskaparpolitikk fyri ikki at skunda undir ovurhitaða búskapin, staðfestir Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tíðindaskrivi.

Samstundis sum landsstýrismaðurin frøðist um, at frágreiðingin er eitt tekin um, at búskaparpolitikkurin er á góðari leið, harmast hann um, at tað ikki hevur eyðnast at tálma ovurhitingini meiri á verandi fíggjarlógaruppskoti.