Í Tjørnuvíksstakki

Tjørnuvíkingar hava eitt frálíkt ferðamál í Stakkinum. Tað er óført, at teir hava gjørt av at bjóða ferðafólki út hagar á hvørjum sumri. Og hetta er vorðin ein rættiliga væl umtóktur túrur. Sunnudagin varð ein av hesum túrunum gjørdur, eftir at fleiri fyrr í summar hava verið avlýstir vegna veður. Sosialurin var við hendan túrin

Í dýrdarveðri stevndu fólk til Tjørnuvíkar sunnudagin. Nú var endiliga líkt til, at tað fór at eydnast at sleppa í Stakkin, eftir at avlýst hevði verið tveir fylgjandi sunnudagar.

Og sanniliga eydnaðist tað hesaferð, og tey umleið 170 fólkini fingu ein ógloymandi túr.

Teir fyrstu berararnir og sleipararnir fóru eitt sindur undan høvuðsfeltinum. Teir skuldu út við útgerð og at gera rennistrongin kláran, til allur riðilin kom.

Tjørnuvíkingar hava tann góða sið, at áðrenn farið verður, verður sungið í túninum uttan fyri Bygdarhúsið. Ferðin er, hóast ein ferðafólkaútferð, ikki heilt vandaleys, og teir halda gamlan sið við eini stillari løtu, áðrenn farið verður í bakkan.

So verður lagt til brots. Eitt fjølbroytt lið kann av sonnum sigast.

Har eru fleiri ymisk fólkasløg savnað. Danir, sviar, týskarar og sjálvandi føroyingar úr øllum heraðshornum.

Vit síggja fleiri jarðarmøður. Guð viti, um tær hava gjørt kollektiva útferð. Her eru heilar familjur, fótbóltsspælarar, nýgift pør og gamlir dreingir. Skipsmenn, skrivstovustjórar og pensionistar. Tann elsti er 78 ára gamal og fýrir ikki fyri at halda í brekkuna.

Ája, vit ragga okkum niðan brekkuna móti Torvadali. Blaðmaðurin sleppur við teimum, sum undan fara, soleiðis at til ber at taka nakrar myndir av flokkinum, sum aftan á kemur.

Komnir á Torvadal verður eftir gomlum siði hvílt. Her plagdu neytakonurnar at hvíla, og her er eisini reist ein steinpláta teimum til minnis.

Men kanska gjørdu vit í so leingi av, ella eru tey seinni tjóvstartað. Tí ikki høvdu vit meira enn reist okkum, so var fyrsta gongan á røðini.

So nú var at taka halan á hárógvuna og skunda sær í Stakkin, so fólk ikki skuldu bíða ov leingi eftir at sleppa út.

Vit taka tann lættara vegin. Vit fara í Dumbustíggj. Ein rás undir Kambinum, har ikki er ráðiligt at fara við ov nógvum ókendum fólki. Tey fara upp um Kambin, og tað skuldi so givið okkum ein lítlan fyrimun.

Men smátt í tað, vorðið ikki var. Hesir ungu jassarnir vóru lættir á fótum, og høvdu okkum næstan aftur, tá vit náddu rennistronginum.

Ná, men vit komu tó út í øllum góðum. Og nú byrjaði ein strævin dagur av álvara hjá flutningsmonnunum, meðan vit onnur kundu ganga og hyggja okkum um og njóta tað vakra útsýnið.

Nakrir seyðir ganga í Stakkinum í ár. Heldur styggir, tóktist okkum. Teir vóru riknir eystur á Stakkin, og hegnað varð so fyri, til tess, at teir ikki skuldu gerast heilt óðir í høvdinum av øllum hesum fólkinum.

Men myndamaðurin var tó ikki nóg varin og kom teimum ov nær. Teir hildu á hegnið, og einir tveir sluppu vestur um.

Nú var verri, tí lupu teir út av, var ikki lukkuligt.

Men staksmenninir høvdu verið í lótum fyrr, og skjótt var alt komið upp á pláss aftur. Eisini myndamaðurin, sum kom aftur røttu megin tráðin.

Tjørnuvíkingar hava eitt frálíkt hús í Stakkinum. Vatn og ljós er inni, umframt koyggjur, so væl ber til at liggja har úti, nú fleygatíðin er fyri.

Hendan dagin varð húsið tó brúkt at bjóða ferðafólkinum eitthvørt upp í munnin. Sodavatn og Twix. Alt føði við nógvum sukri, sum er væl umhugsað. Ikki er ætlan teirra, sum reika fyri, at nakar skal leggjast fyri av maktarloysi.

Meðan vit eru har úti, eru vit einir tveir, sum fáa høvi at sleppa niður í ein av fleygasessunum norðantil á Stakkinum.

Trygvi, sum er ferðaleiðari okkara,vil ikki hava fleiri við, tí brattlendi er, og ikki er vert at taka nøkur óráð fyri.

Vit fara so. Trygvi undan og tveir asfaltføroyinar úr Århus aftaná.

Lesningur er lagdur, sum vit halda í oman brattan. Holut er og bleytt, so tað hendir, at vit stíga heldur djúpt viðhvørt. Og so hesin deymurin av fuglaskræpu.

Ikki er ættin tann rætta, so landkoma er eingin soleiðis. Tó síggja vit onkran hendinga lunda.

Eitt sindur flýgur, men lítið hevði verið til stongina, um hon var við.

Annars láta teir at, at árið hevur roynst rættiliga væl higartil. Einastaðni millum 4.000 og 5.000 hava teir fingið, og tað tykjast reir nøgdir við.

Skipanin er, greiðir Trygvi frá, at fleygamaðurin eigur teir fyrstu 200 lundarnar, hann fær. Síðan eigur hann hevlvtina av restini, meðan hin helvtin verður býtt til jørðina.

Tungt er at koma uppaftur. Vit eru staddir heilt niðri á eggini, og brekkan er beint í bróstið. Ikki hava vit tað stóra viðførið. Eina fototasku, tað er alt. Men tað er nóg tungt kortini.

Fleygamaðurin, greiðir Trygvi frá, skal bera fongin, stongina í aðrari hondini og so halda í lesningin við hinari. Tað man vera óhugnaliga tungt, kann eg væl ímynda mær.

Tá teir eru og fleyga í Stakkinum, eru teir ofta bara einir tríggir mans. Og so kann vera tungt at koma heimaftur. Fyrst skulu teir um Sundið og síðan at bera.

Trygvi greiðir skemtandi frá, at teir plaga at royna at fáa so mikið, at teir ikki orka at bera alt sjálvir.

»So hava vit eina umbering at senda boð eftir fólki at hjálpa okkum.«

Men ein slíkur túrur fær eisini ein enda, og vit skulu innaftur.

Jú, vit fara upp í bíðirøðina, sum bara longist afturút. Og hóast vit nú hava verið eina heilt fitta løtu úti í Stakkinum, er røðin innan fyri framvegis long.

Heimaftur fara vit aftur gjøgnum Dumbustíggj. Ein donsk genta er við, og henni dámar væl.

Hoppar runt og tekur myndir at vísa mammuni, tá hon kemur aftur til Keypmannahavnar. Hon væntar, at mamman fær propp, tá hon sær, hvar dóttirin hevur gingið.

Sum vant endar túrurin í Bygdarhúsinum, har tjørnuvíkskonur standa til reiðar við borðum, sum bogna av breyði við føroyskum viðskera.

Eina túrur, sum avgjørt er verdur at royna, er at enda komin.

Og øll komu glað og fró aftur og lótu væl at.