Tjóðveldi best umtókt á netinum

Á portal.fo hevur seinastu dagarnar borið til at samanbera síni egnu sjónarmið við tey hjá 107 ymsum persónum, sum stilla upp til løgtingsvalið 2008 Higartil hava eini 7000 brúkarar frá 4.358 ymsum ip-adressum verið inni og funnið tað valevni, sum liggur tættast við sínar egnu meiningar.

Ein áhugaverdur vinkul við hesi kanningini er býtið millum flokkarnar.

Og sum vant í internetkanningum, endar Tjóðveldi eisini ovast í hesi kanningini. Tjóðveldi fær ein fjórðing av atkvøðunum í hesi kanningini, tvs. at fjórðu hvørja ferð, at ein brúkari tekur testina, endar eitt valevni hjá Tjóðveldi ovast. Hetta merkir tó sjálvandi ikki, at brúkarin fer at atkvøða fyri hesum flokki.

Óvissan í internetkanningum er sera stór, og slíkar kanningar eru ikki eftirfarandi, av tí at skarin av fólki, sum hevur luttikið í hesi kanningini, ikki er umboðandi fyri veljaraskaran.

- Hetta er eitt sera gott amboð at nýta, um tú vilt finna útav, hvussu tínar meiningar samsvara við tey ymsu valevnini, sigur Sámal Matras Kristiansen, sum hevur gjørt spurningarnar í kanningini.

Hann leggur tó dent á, at hetta ikki er ein kanning, sum spyr, hvønn flokk ella hvat valevni, fólk fara at seta krossin við.

- Kanningin hevur til endamáls at geva eina mynd av, hvørjar meiningar samsvara best við tínar egnu meiningar. Hetta sigur ikki endiliga nakað um, hvønn persón viðkomandi fer at velja, sigur hann.

Testin er ovast í høgra horni á portalinum.

Býtið millum flokkarnar:

Fólkaflokkurin 17,44 %

Sambandsflokkurin 22,4 %

Javnaðarflokkurin 13,07 %

Sjálvstýrisflokkurin 8,08 %

Tjóðveldi 25 %

Miðflokkurin 13,41 %

Miðnámsflokkurin 0,5 %