- Landsstýrið má og skal taka málið við EIK upp á hægsta politiska stigi við donsku stjórnina beinanvegin, sigur Tjóðveldi í almennari fráboðan. Flokkurin sigur greintt, at tey nokta at velja millum pest og kolera. Fráboðanini frá Tjóðveldi er soljóðandi:
Krevja rímiliga freist, fult innlit og ávirkan á tær politisku avgerðir, ið nú verða tiknar av teimum myndugleikum, ið skuldu tryggja fíggjarligan stabilitet á danska marknaðinum, men nú hava gjørt tað øvuta í Føroyum
Føroyskir myndugleikar skulu ikki lata seg trýsta til at taka nakrar tilvildarligar og óumhugsaðar avgerðir, har onki veruligt faktuelt grundarlag liggur á borðinum um eitt so týdningarmikið mál sum framtíðina hjá helvtini av tí føroyska fíggjarmarknaðinum ella bindingar hjá øllum føroyskum borgarum.
Ein støða verður nú sett upp undir grovum tíðartrýsti, har kravt verður svar uppá, um vit vilja verða skotin ella hongd. Altso: Antin binda tit føroyska skattgjaldaran til eina stóra skuld og ókendar bindingar, ella er helvtin av tí føroyska fíggjarmarknaðinum tikin burtur og settur undir umsiting hjá myndugleikum, ið vit onga ávirkan hava á.
Hetta kann á ongan góðtakast.
- Landsstýrið má og skal krevja, at føroyskir myndugleikar hava avgerandi politiska ávirkan á eina umskipan ella endurskipan av tí føroyska fíggjarmarknaðinum.
- Landsstýrið má og skal viðgera hetta sum eitt stórpolitiskt mál, ið verður tikið upp á hægsta stigi við donsku stjórnina beinanvegin, har vit nokta at standa sum áskoðarar til ein leik, har settar verða óreellar tíðarfreistir og treytir mótvegis føroyskum myndugleikum og føroyska samfelagnum.
- Landsstýrið má og skal krevja allar upplýsingar og fult innlit í støðuna, sum er íkomin ? og eina kanning av leiklutinum og avgerðunum hjá Finansiel Stabilitet og Fíggjareftirlitinum í sambandi við EIK-samtakið.
- Landsstýrið má og skal gera eina neyva greining av avleiðingunum fyri føroyska samfelagið av teimum ymsu møguleikunum, ið kunnu hugsast at fremjast ? og alt samskiftið, fyrireikingararbeiðið og niðurstøður skulu skjalfestast.
Vit hava allar royndir av bankamálinum frá nítiárunum, har vit vita, at slík mál snúgva seg um politiskar skipanir og fíggjarlig áhugamál, har ongi atlit verða tikin til avleiðingar fyri føroyska samfelagið og borgaran.
Ikki stabilitetur fyri Føroyar
Øll skipanin við bankapakkum, Finansiel Stabilitet, Finansiella Ráðnum og víðkaðum og nærum óskerdum heimildum hjá Fíggjareftirlitinum og hinum stovnunum, er gjørd til tess at skaba fíggjarligan stabilitet á danska fíggjarmarknaðinum, soleiðis at teir týdningarmestu bankarnir í Danmark ikki skuldu koma í ta støðu, sum Eik nú stendur í. Skipanirnar eru undir beinleiðis ábyrgd hjá danska Búskapar- og løgmálaráðnum.
Allir brúkarar hava goldið til hesar skipanir og føroysku brúkararnir hava goldið lutfalsliga heilt nógv til hesar skipanir ? fleiri 100 mió. kr.
Og við hesum skipanum í rygginum, hava Finansiel Stabilitet og Fíggareftirlitið tryggjað, at tann danski fíggjarheimurin ikki kom í slíka støðu, hóast eitt nú Den Danske Bank og aðrir bankar í Danmark hava staðið í verri støðu enn EIK.
At hesar skipanir ikki hava megnað at skapt fíggjarligan stabilitet á føroyska fíggjarmarknaðinum, men nú frá degi til dags hava sett føroyska samfelagið í eina so álvarsliga støðu, er eitt politiskt mál millum Føroyar og Danmark.
Tað hevði ongantíð komið fyri, at danska stjórnin og danski fíggjarmarknaðurin høvdu verið sett í eina slíka støðu ? og har ongin møguleiki gavst til at taka sakligar og vælgrundaðar avgerðir.
Tann myndugleikin ? Fíggjareftirlitið og Finansiel stabilitet ? sum skuldi tryggja, at fíggjarmarknaðurin var stabilur og at eftirlit var við framferð fíggjarstovnanna, hevur ikki gjørt sítt arbeiði nøktandi, um hald er í teimum viðurskiftum, sum nú koma undan kavi í EIK. Her má ábyrgd staðfestast, bæði mótvegis bankaleiðslunum og mótvegis eftirlitsmyndugleikanum.
Kortini setur júst hesin myndugleiki við fáa tíma freist og við ongum veruligum skjalfestum grundarlagi ella kunning, nú eina støðu upp, har bara tveir kostir eru, og har landsstýrið skal taka avgerðir, ið fáa djúptøknar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.
Hetta er ikki reelt. Sjálvandi finnast fleiri møguleikar og uttan iva nógvir nýggir upplýsingar í málinum.
Landsstýrið hevur skyldu til at greina og gera alt fyri at ávirka og byrgja fyri, hvørjar avleiðingar tað fær fyri føroyska samfelagið, um helvtin av tí føroyska fíggjarmarknaðinum verður settur undir umsiting í einum felag, sum sjálvandi bert hevur til endamáls at fáa sum minst fíggjarlig tap fyri danska fíggjarmarknaðin.
Tí mæla vit enn einaferð staðiliga til, at landsstýrið tekur hetta upp sum eitt stórpolitiskt mál og krevur samráðingar og svar frá donsku stjórnini og frá avvarðandi myndugleikum beinanvegin ? og at landsstýrið krevur at hava ein politiskan leiklut í teimum avgerðum ið verða tiknar um umskipan ella endurreisn av føroyska fíggjarmarknaðinum.
Vegna Tjóðveldi
Høgni hoydal