”Tjóðveldi onga ávirkan á fiskivinnupolitikkin seinastu 28 árini”

”Tjóðveldisflokkurin hevur onga ávirkan havt á fiskivinnupolitikkin í Føroyum seinastu 28 árini”. Orðini, søgd í morgunsendingini í Útvarpinum, átti nýkosni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Torbjørn Jacobsen. Leikluturin hjá Tjóðveldi seinastu kvartu øldina á fiskivinnuøkinum var ikki av týdningi ljóðaði

Tjóðveldi onga ávirkan

”Síðan landsstýristíðina hjá Peturi Reinert, sála og seinni Heðini M. Klein fyri 28 árum síðan, hevur Tjóðveldisflokkurin onga ávirkan havt á fiskivinnuolitikkin í Føroyum”. Á leið hesi orðini átti nýkosni ráðharrin í fiskivinnumálum Torbjørn Jacobsen, týsdagin 12. februar í morgunsendingini hjá Útvarpinum.

Kenslan, eftir at hava hoyrt fremstu fiskivinnupolitisku rødd Tjóðveldisins, var ein staðfesting av, at Tjóðveldisflokkurin leggur seg flatan fyri sínum samgongufeløgum.

Besta dømið er fullveldissamgongan, tá fiskivinnulóggávan á nógvum økjum varð ofrað við sera óhepnum fylgjum. Fiskiloyvini gjørdust søluvøra í einari rullandi óendaligari skipan, línuflotin øktist ótarnaður, og útróðrarflotin var fyri hóttafalli.

Nógvar rættingar eru gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap í seinastu samgongu. Nevnast kunnu ”Fiskapakkin”, sum gav ráfiskakeyparum eina meira javnbjóðis atgongd til rávøruna, ”110 tons skottið” sum steðgaði vøkstrinum í línuflotanum og bjargaði tí, ið eftir var av útróðrarflotanum, herd brúksskylda og staðfestingin av ognarrættinum, sum hevur tikið ringasta broddin av spekulatiónini, bert fyri at nevna nøkur dømi. Neyðugt er tó við fleiri tillagingum, sum nýggja samgongan vónandi í semju við vinnu og andstøðu á Tingi fer at fremja.

 

Einki grett um seinastu kvartu øldina

Einki orð fall í samrøðuni um eldsálina, fiskivinnuprofilin og ellisforsetan á Løgtingi, Heina O. Heinesen, sum annars beint eftir, at Jacobsen kom í ráðharrasessin, varð kosin fremsti ráðgevi ráðharrans. Hóast hetta vóru mongu ár Heina á Løgtingi strikað úr fiskivinnusøgu føroyinga í útvarpssendingini týsmorgunin.

Stór mótsøgn má tað sigast at vera, at Heini O. Heinesen undir valstríðnum førdi seg fram við økisfriðingunum á Føroyagrunninum, sum faðir at lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994, sum fyrrverandi formann í Vinnunevndini við stórari ávirkan á fiskivinnupolitikkin og sum harðasta mótstøðumann móti Tilfeingisbúðini hjá Torbirni.