Tjóðveldisflokkurin er ikki komin úr stað

- Allir flokkar á tingi hava sum mál at vinna føroyingum ein sjálvberandi búskap. Vit halda haraftrat, at okkara fyrimunir eru ein sjálvstýrandi tjóð í einum størri ríki  og sum partur av Evropu, sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður og løgtingsformaður, sum verður við á tiltakinum á Eiði í annaðkvøld

Fólkaatkvøðan

Tá ið vit høvdu Edmund Joensen, løgtingsmann í telefonini í morgun, sat hann júst og fyrireikaði seg til tiltakið á Eiði í annaðkvøld, sum tjóðveldisfeløg skipa fyri.
Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at tað í morgin eru seksti ár, síðan fólkaatkvøða var í Føroyum um loysing og samband.
- Eg fari helst at gera onkrar viðmerkingar til tað, sum Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, fer at siga í sínum fyrilestri, og eisini fari eg at vísa á, hvussu onnur enn loysingarfólk síggja fólkaatkvøðuna fyri seksti árum síðan. Tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru fleiri síður í eini søk  og ikki bert tann eina.
Edmund sigur, at hann fer at nema við "pólarnar" í føroyskum politikki og vísa á, at tíðin er farin frá hesum.
- Eg haldi, at orkan kann brúkast betri og konstruktivari enn til áhaldandi kegl um loysing og samband. Allir flokkar á tingi eru fyri einum sjálvberandi búskapi í Føroyum  uttan mun til, hvat vit halda um stjórnarviðurskiftini millum londini.
Løgtingsmaðurin vísir á, at Sambandsflokkurin hevur verið til í 100 ár.
- Hesi árini er flokkurin vorðin "moderniseraður" eftir tørvi og seinast við nýskipanaruppskotinum, sum hevur gjørt karmarnar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark munandi greiðari.
Edmund Joensen harmast um, at Tjóðveldisflokkurin  sum hann tekur til, ikki er komin longur.
- Eg vil siga, at flokkurin ikki er komin úr stað síðan stovnanina fyri skjótt seksti árum síðan. Tiltakið á Eiði, har vent verður aftur til tað, sum hendi í 1946, er eitt tekin um hetta, heldur løgtingsmaðurin.
Hann heldur, at tað, sum vit hava rópt "vinstra og høgra", eisini er broytt seinastu árini.
- Í vinnulívsspurningum liggur Tjóðveldisflokkurin nú nærri Sambandsflokkinum, og í vælferðarspurningum draga at kalla allir flokkar á tingi somu línu.
Edmund Joensen sigur, at Sambandsflokkurin framvegis  og í framtíðini  verður ein sambandsflokkur, sum heldur, at vit sum samfelag hava størri og betri møguleikar sum partur av eini størri tjóð - og sum partur av Evropu.
- Vit halda, at okkara støða sum sjálvstýrandi tjóð í einum størri ríki er ein fyrimunur fyri okkara land og fólk, sigur løgtingsmaðurin, sum fer at røða á tiltakinum, ið tjóðveldisfeløg skipa fyri á Eiði í annaðkvøld.