Í gjár klokkan eitt seinnapartin var samgongufundur í Tinganesi, um arbeiðslagið í samgonguni. Talan var um ein samgongufund, løgmaður tók stig til eftir nógvar og harðar atfinningar frá samgongutinglimum móti arbeiðshátti landsstýrissins.
Sum Sosialurin skilti á Tjóðveldisflokkinum fyrrapartin í gár, fór flokkurin at krevja frágreiðing frá landsstýrinum um, hví pensjónsmálið varð handfarið, sum tað bleiv.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, vísti á, at neyðugt er fáa staðfest, hvat er hent í umsitingini hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, tá uppskotið um pensjónslógina varð fyrireikað. Hetta heldur Tjóðveldisflokkurin vera ógvuliga umráðandi, tí gølan um pensjónsmálið minkar um trúvirðið hjá politisku skipanini, verður greiða ikki fingin á málinum.
Varaløgmaðurin sigur ongan iva vera um, at pensjónsmálið er handfarið skeivt. Málið rakar jú inntøkuna hjá hvørjum einstakum pensjónisti, og tí áttu pensjónistar at verðið væl og virðiliga kunnaðir um nýggju pensjónslógina somuleiðis, sum hædd átti at verið tikin fyri skattaviðurskiftunum, tá pensjónslógin varð gjørd.
Greiða skuldi á samgongufundinum í gjár finna greiðu á hesum málinum og politikkinum annars. Samgongan skuldi finna eina loysn á samstarvstrupulleikunum, so slíkar gølur ikki stinga seg upp aftur.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur, at hann metir ein part av trupulleikunum botna í, at munurin millum flokkarnar í samgonguni er so stórur. Tí metir hann tað vera týdningarmikið við neyvum samstarvi og regluligum samgongufundum.