Tjóðveldisflokkurin slept samhaldsføstu hugsjónini

Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í eini viðmerking til brævið frá Tjóðveldisflokkinum, sum stóð í blaðnum leygardagin. ? Tað leggur skipanin, sum Almanna- og heilsumálaráðharrin leggur ikki upp til. Hon er individuell. Einki annað, leggur hann afturat

Svarið, sum Helena Dam á Neystabø gav Óla Breckmann, uppá fyrispurningin um pensjónsskipaninar í framtíðini, hevur av álvara vakt ans.

Leygardagin segði Jóannes Eidesgaard, at hann var skakaður av boðunum, og í dag sigur Hans Pauli Strøm, at eisini hann er skakaður av boðunum frá landsstýrismanninum.

? Hevði nakar sagt mær frá hesum dagin fyri, so hevði eg ikki trúð tí. Hetta er ein so stór broyting, at talan er um eina hugsjónarliga broyting av dimensiónum, sigur Hans Pauli.

Tað er Tjóðveldisflokkurin, sum er orsøkin til, at Hans Pauli er so skakaður, sum hann er.

? Fyri heilt stuttari tíð - tveimum ella trimum vikum - síðani, segði Høgni Hoydal, at Tjóðveldisflokkurin heldur fast við samhaldsføstu hugsjónina, men tað vóru tóm orð.

Hans Pauli vísir á, at tann ráskitsa sum nú liggur á borðinum um framtíðar pensiónsskipanir, einki sum helst hevur við samhaldsfesti at gera.

? Samhaldsfasta skipanin er uppbygt soleiðis, at øll gjalda inn til skipanina eftir inntøku, meðan útgjaldið er eins fyri øll.Øll fáa somu uppðhædd úr grunninum.

Og tað ger henda skipan ikki, sigur Hans Pauli Strøm.

? Henda skipan er soleiðis háttað, at hvør einstakur, sum hevur eina lønarinntøku, skal gjalda til sín aldurdóm. Og tað er ikki ein fólkapensión, men ein trygging. Tey, sum so eru eftir, skulu so fáa pengar úr landskassanum, sigur Hans Pauli Strøm.


Fattigkassin

enduruppfunnin

Hans Pauli vísir á, at við hesum er so stórur stættarmunur gjørdur á teimum, sum verða »pensiónistar«, at tað í veruleikanum er talan um tveir bólkar. Tann fyrri fyri tey, sum hava »goldið« fyri sín egna aldurdóm, meðan tann seinni er fyri tey veiku, sjúku og tey, sum ongantíð hava havt nakað arbeiði.

? Við hesum kanst tú siga, at »fattigkassen« er enduruppfunnin.

Tað heldur Hans Pauli verða púra burturvið, og er sum at flyta føroyska samfelagið nógv ár aftur í tíðina.

? Tað hevur jú verið politiska málið hjá Fólkaflokkinum, at fáa eina fólkatrygging, men at Tjóðveldisflokkurin skuldi taka undir við hesum fundamentala skifti, tað hevði eg ikki væntað, sigur Hans Pauli.

Hann heldur, at talan er um ein flokk, sum er so fokuseraður uppá tað eina málið, at teir hava slept øllum øðrum upp á fjall. Fólkaflokkurin fær frið at gera tað hann vil. Hin stóri flokkurin í samgonguni letur bara standa til.

? Men so skulu teir ikki siga, at teir halda fast við samhaldsføstu hugsjónina, tí tað er lygn, sigur Hans Pauli og leggur afturat,

? .. og so kann tað verða líkamikið hvat Høgni Hoydal sigur í brævinum leygardagin.


Klokkuklár

hugsjónarbroyting

Hans Pauli Strøm vísir á svarið hjá Helenu Dam á Neystabø har hon sigur:

Avgerð er tí tikin um at skifta frá at samfelagið fíggjar allar pensjónir, til at tey, sum hava inntøku, fíggja sína egnu pensjón; t. v. s. ein umleggin frá skattafíggjaðari pensjón til egna pensjónsuppsparing. Samfelagið eigur framhaldandi at átaka sær at veita pensjón til tey, sum ongan uppsparingarmøguleika hava havt.

? Hetta brotið sigur klokkuklárt, at samgongan hevur tikið avgerð um, at fara frá teirri kollektivu skipanini, sum tann samhaldsfasta hugsjónin byggir á, til eina individuella skipan, sum passar til Fólkafloksins hugsunarhátt.

Hans Pauli vísir í hesum sambandi á, at við hesari broyting sleppa arbeiðsgevararnir heilt undan at gjalda til pensjónirnar hjá lønmóttakarunum.

? Svarið frá Helenu Dam á Neystabø sigur, at 10 til 15 prosent av inntøkuni hjá lønmóttakarunum skulu inngjaldast. Arbeiðsgevararnir verða ikki nevndir við einum orði.

Hans Pauli loyvir sær í sama sambandi, at seta spurnartekin við, hví svarið hjá Helenu Dam á Neystabø ikki kemur fyrr enn nú.

? Eg haldi tað er tilætlað. Fakfeløgini liggja í løtuni og samráðast um eina eftirlønarskipan. Tað nýttist teimum ikki, um henda fráboðan var komin fyrr. Nú verður kravt av øllum løntakarum, at teir skulu gjalda til sína egnu pensión.

Hans Pauli vendir aftur til svarið frá Helenu Dam á Neystabø.

? Hon sigur, víðari í skrivliga svarinum: Tað merkir, at tann samhaldsfasta fólkapensjónin verður varðveitt, samstundis sum farið verður undir eginfíggjaða pensjón. Her er talan um beinleiðis villleiðing.

? Ein skipan, sum er soleiðis skrúvað saman er ikki samhaldsføst. Hetta er ein olmussukassi, sum skal verða fyri tey, sum ikki kunnu tryggjað sín egna aldurdóm.

Hans Pauli vísir á, at jú meira tú forvinnur í arbeiðsførum aldri, jú meira fært tú útaftur tá tú ert vorðin gamal, og tað hevur einki, sum helst við samhaldsfasta


Fíggingin brýtur eisini við gamlan sið

Ein onnur orsøk, sum ger at Hans Pauli sigur, at »nýggja« pensiónsskipanin brýtur við samhaldsføstu hugsjónina er fíggingarhátturin.

? Tað er í grundini bara ein háttur, at fíggja hesa fólkatryggingina uppá, og tað er við at lækka skattin ella við almennum sparingum. Verður tað við skattalækkingum, so merkir tað, at tey, sum gjalda mest inn fáa størstan skattalætta, og tað er ikki serliga samhaldsfast, at tey sum hava hægstu inntøkurnar, skulu fáa størstan fyrimun.

? Samstundis verður í uppskotinum til nýggjar almannapensjónir sagt, at pensjónirnar skulu verða skattafíggjaðar, og tað merkir so, at »fátækrabólkurin«, skal verða fíggjast yvir fíggjarlógina. Tað merkir eftir míni meting, at arbeiðsgevararnir sleppa undan at fíggja nakað sum helst, og tað er heldur ikki serliga samhaldsfast, sigur Hans Pauli Strøm.