Spurningurin er nú, um vit royna at fara eitt sindur afturum, hvat ið tað veruliga er, sum tjóðveldismenn svara uppá, og hvat teir halda vera høvuðsproblemið í føroyska samfelagnum?
Ikki-eksisterandi spurningar
Teir tosa um hjálandaveldi, um danska kúging og um danskt yvirharradømi og summatíðir eisini um eyðræning. Stór og flott orð, men eisini álvarsligar ákærur. Eg havi kent so nógvar tjóðveldismenn og hoyrt hetta so ofta. Men sjáldan kemur tú djúpari ella longri, líkamikið hvat tú spyrst um.
Eru Føroyar eitt hjáland? Har til er svarið stutt og greitt nei! Sjálvt orðið ?hjáland? er í grundini eisini ein misskiljing. Tað verður brúkt í týdninginum ?koloni?, soleiðis sum tey europeisku stórveldini fyrr høvdu koloniir í Afrika og aðrastaðir, sum europeisku londini drógu stór ríkidømi burturúr, eyðrændu. Teir píndu bæði skattir, arbeiðskraft og náttúruríkidømi burtur úr koloniiunum. Hesi lond høvdu at kalla einki høvdu at siga sjálv, eingilskmenn, franskmenn og portugisar høvdu yvirvaldið. Fólkið har og frælsisrørslurnar vóru kúgaðar við vápnamakt.
Føroyar eru
eingin ?koloni?
Føroyar vóru fyrr norskt skattland, seinni danskt ?biland?, sum skal skiljast í mun til sjálvt kongaríki, hertogadømini í Suðurjyllandi og so ?bilandene?. Og tað munnu vera fleiri hundrað ár síðani, at naka ríkidømi er drigið burtur úr Føroyalandi, heldur hevur tað í meðal verið hin vegin. Monopolhandilin gav næstan altíð hall. Í nýggjari tíð (aftaná Heimastýrislógina) betalti danski staturin tað fyrstu tíðina stór málsøkir sum skúla, heilsuverk, og annað. Seinni bleiv hetta broytt til blokkstuðul, sum føroyska styrið sjálvt kundi umsita. Og tað hava teir so gjørt.
Kúging og eyðræning??
So Føroyar eru als einki hjáland, og als eingin ?eyðræning? er farin fram í nýggjari tíð. Beint tvørturímóti. Gjalda ongan skatt til móðirlandið, hava ikki verjuskyldu, men hava øll privilegiir (fyrimunir) sum ríkisborgarar. Føroyingar hava, um nakar, ?eyðrænt? móðirlandið. Kolonialisma við mótsettum fortekni? Og ført sín egna, til tíðir, klodduta politikk á flestum økjum og søpla milliónir burtur (í Ráfiskagrunninum, í vitleysum Heygadrangaprojektum, ineffektivari og arrogantari fyrisiting).
Yvirharradømi er eisini eitt skeivt hugtak at brúka í hesum sambandi. Hetta er eitt reint propagandaorð. Danska Ríkið, sum Føroyar eru ein partur av, er eitt vælútviklað demokrati, við kommunalum, amtsligum sjálvstýri, og hartil koma so heimastýrini í Føroyum og Grønlandi. Ikki alt fungerar perfekt (er tað yvirhøvur møguligt?), Men tað er slett ikki so galið enntá. Men føroyskir fullveldispolitikkarar eru so ógemeina erkvisnir. Gloymir onkur fremmandamaður at skammrósa Føroyum og føroyingum, so er hann settur í frystiskáp beinanvegin. Er onkur so naskur, at siga sannleikan, at hava at, at kritisera, ja so er f.... leysur.
?Ongin skal koma her og fortelja okkum nakað?.
Foroldað orðatilfar
So alt tað sentrala orðatilfarið og hugburðurin hjá tjóðveldismonnum er foroldað og hevur einki við veruleikan at gera. Føroyar eru hvørki nakað hjáland, tað verður ikki eyðrænt av dønum (men kanska av teimum lokalu kapitalistabossunum), og yvirharradømi, sum tað var kent í Mali, Suðurafrika, Mozambique ella Vietnam í sínari tíð, hevur ongantíð verið praktiserað í Føroyum. Tað er grovt misbrúk av orðinum, og ein háðan av teimum milliónunum, sum veruliga hava mist lívið í bardaganum móti veruligum yvirharradømi og kúging. Einasta kúging í Føroyum er tann andaliga, sekteriska og so kvinnukúgingin.
Rætt svar
uppá skeivan spurning
Men setur tú spurningarnar: Hvussu sleppa vit burtur úr hjálandastøðuni, av við eyðræning, yvirharradømi og kúging, so er rætta svarið loysing og tjóðveldi, ella í tí nýggja ?up- sheinaða? propagandamálinum: fullveldi og suverenitet. Men spurningarnir eru skeivt stillaðir.
Vandin við hesum er so, at tjóðveldissvarini ikki loysa nøkur verulig problem. Hevur tú eina skeiva ella forfalskaða mynd av veruleikanum, so kann politiska framferðin, sum byggir á hesa følsku veruleikamynd, vera til óbøtiligan skaða.
Ein mynd: fert tú í fjørðin, og tú heldur (á følskum grundarlag) at tað eru kyrrindir, men veruleikin vísir, at tað er vestfallbroddur, ja so stendur illa til.
Relevantir spurningar!
Loyvt má mær vera at spyrja:
Hvørjar samfelagsligar spurningar og verulig problem loysir fullveldissnakkið? Vera lønirnar settar upp? Verður aldurdómurin tryggari? Kemur landið í eini tryggari støðu í heimspolitikkinum?
Fer býrokratiið í landsumsitingini at fungera betri í mun til borgaran? Verður fiskarípolitikkurin betri? Kemur meira upp úr sjónum? Verður sjóverjan effektivari? Kann samfelagið um nøkur fá ár klára seg uttan blokkstuðulin?
Hvør fær víðari ræsur? Fáa Føroyar betri marknaðaratgongd? Standa Føroyar sterkari í Marktrætuni við Bretland? Fer eitt vøggustovupláss at kosta 6000 kr. - um vikuna, sum í Bretlandi?
Verða lívsmøguleikarnir størri? Verður framtíðin tryggari? Fáa borgarnir víðari ræsir? Verður solidariska vælferðarsamfelagið styrkt og moderniserað? Ella verður tað avmonterað fyri at klára ?fullveldið?? Veður landið ríkari?
Eg dugi ikki at síggja tað. Tá spurningurin er skeivt settur ella als ikki er relevantur, so kann svarið vera hvat sum helst. Tað kann vera væl formulerað, tað kann ljóða gott, tað kann kanska eisini hava politiskt propagandavirði.
Men - Tað kemur aldri at loysa nøkur verulig samfelagsmál.
Rolf Guttesen
2. November 1998