Tjaldarar streyma til G!

Nógv hundrað ungfólk eru í kvøld komin til Gøtu á G! Festivalin. Tey ungu flokkast á stóra tjaldingarplássinum, har langur bíðlisti er fyri at sleppa inn Tjaldarar hava tikið sera væl ímóti ársins G! Festivali. Upp ímóti 2000 tjaldarar hava fingið pláss á tjaldingarøkinum, men fleiri hundrað standa á bíðilista fyri at sleppa inn.

 

Í kvøld eru nógvir av tjaldarunum komnir til Gøtu, og tað stóðu fleiri hundrað fólk í kø fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið fyrr í kvøld.

 

Í morgin byrja konsertinar á G! Festivalinum.