Tjaldrið tók alislangu upp

Fyrradagin var Tjaldrið og tók eina alislangu, sum lá og rekst í Vágahavinum

Tað var á miðdegi mikudagin, at útróðrarbáturin Anru boðaði Fiskiveiðieftirlitinum frá, at teir vóru komnir fram á eina alislangu, sum rekst í Vágahavinum, einar seks fjórðingar úr Koltri. Menninir umborð á Anru settu síðani eina AIS boyu á slanguna, so tað var lætt at finna hann aftur.

Tjaldrið fekk boð um at fara eftir rekandi alislanguni, og tað gekk bæði skjótt og væl, tí longu um nátturðatíð mikudagin kom Tjaldrið á Havnina við rekanum, sum var umleið 100 metrar langur, og tí kundi havt verið til stóran ampa fyri skip og bátar, skrivar MRCC á heimasíðu sínari.

Manningin á Tjaldrinum lat síðani rekan til Tórshavnar Havn, og hann er nú koyrdur til KOB á Hjalla til burturbeiningar.