Tjaldur einsamalt í botninum

Hoyvíkingar megnaðu akkurát at knógva runavíkingum mikukvøldið, og hava soleiðis flutt seg heilt nær teimum liðum, sum stríðast um bronsuna

Manshondbóltur

H71 hevuir higartil havt eitt stak gott endaspæl, har góða úrtøkan hevur lyft teir væl burturúr botninum. Enn eru teir tó á næst niðasta sessinum, men við einum sigri mikukvøldið kundu hoyvíkingarnir leggja seg heilt nær at liðunum, sum stríðast um bronsuna.
Útlitini fyri hesum vóru eisini á eini leið. Tjaldur hevur alt árið verið niðasta liðið í deildini, og tó at runavíkingarnir hava gjørt eitt sprell soleiðis av og á, so hevur spæli verið somikið óstøðugt, at tað frammanundan varð mett, at teir fóru ikki at gera tær stóru skreytirnar ímóti hoyvíkingunum.

Spenningur í evstu løtu
Tað var tó um reppið, at runavíkingarnir gjørdu bart mikukvøldið. Eftir eina sera laka byrjan, har H71 hótti við stórsigri, fingu tjaldursmenn spakuliga fatur á rætta endanum. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki togaðu teir fimm mál burtur av trivaligu leiðsluni hjá hoyvíkingunum, og í seinna hálvleiki sleptu teir ongantíð takinum.
Tvørtur ímóti hóttu teir leingi við at taka stigini. Eitt lítið skifti vóru teir eisini frammanfyri á máltalvuni, men fyri tað mesta var tað tó so, at H71 var eitt ella tvey mál frammanfyri.
Tá hoyvíkingar stutt fyri leiklok skoraðu til 27-25, tóktist alt tó vera avgjørt, men spenningurin var tó langt ífrá farin úr dystinum. Gestirnir minkaðu aftur um munin, og tá hoyvíkingar so misnýttu møguleika fá sekund undan seinasta floytinum, skuldi málverjan hjá gestunum seta mótálop ígongd. Leikandi venjarin hjá H71 hevði tó sæð vandan, og effektivt ? men nokk ikki heilt reint ? steðgaði hann álopsroyndini við at halda málverjanum. Reytt kort til Una, og hóast tað sjálvandi merkir, at hann ikki verður við, tá H71 næstu ferð hittir KÍF, so tryggjaði tað í øllum førum sigurin mikukvøldið.

Halda ikki
Við sigrinum lyfti H71 seg enn nærri liðnum, sum stríðst um bronsuna. Og sum úrtøkan hevur verið í endaspælinum, so er eisini orsøk at halda, at hoyvíkingarnir kunnu røkka enn longur. Tað er nevnliga bert VÍF, sum hevur fingið fleiri stig í endaspælinum.
Hjá Tjaldri man støðan hinvegin kennast heldur tóm í løtuni. Hóast teir nú tríggjar ferðir í endaspælinum hava verið heilt nær einum sigri, so hevur liðið bert fingið einsamalla stigið, sum teir vunnu í útidystinum móti Neistanum. Mikukvøldið móti H71 og seinasta mikukvøld móti VÍF máttu teir taka til takkar við teprum tapi, so enn restar seinasta pettið, áðrenn liðið av álvara kann fara at blanda seg.

Dysturin í tølum
H71-Tjaldur 27-26 (14-12)
Málskjúttar:
H71: Uni Wardum 6(4), Halgir Dahl Olesen 5, Niels Viggo Niclassen 5, Johnny Djurhuus 4, Kristian Eli Zachariasen 4, Annfinnur N. Debess 3
Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Sverri Justinussen 8(3), Zoran Sarcevic 3, Tórur Thomsen 3, Ragnar S. Olsen 2
Brotskøst: H71 4, Tjaldur 3
Útvísingar: H71 2, Tjaldur 4
Diskvalifikatiónir: H71 1, Tjaldur 1 (beinleiðis reytt í báðum førum)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.