Tjaldur fær landsliðsspælara

Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur gjørt enn ein sáttmála við rumenskan stjørnuleikara. Talan er um 26 ára gomlu Adina Petrea, sum hevur leikt á junior-, unglinga- og A-landsliðinum hjá Rumenia, tó hevur hon ikki verði á landsliðinum seinasta árið vegna barnsburð. Hondbóltsfelagið Tjaldur spælir í 1. deild hjá kvinnum komandi kappingarár men málið er flyta upp í bestu deildina.

Felagið heldur, at teir evnaríku ungu spælararnir, sum hava verið knýttir at felagnum í mong ár, kunnu saman við teimum nýggju rumensku spælaranum koma í steypafinaluna.