Tjaldur hevur hondbóltsskúla

Aftur í ár skipar Hondbóltsfelagið Tjaldur fyri undirhaldandi hondbóltsskúla í Ítróttarhøllini í Runavík.

Skúlin verður í døgunum 17. til 19. mars – hvønn dag frá 10 til 16.

Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at ætlandi skal talan verða um ein skúla fyri øll børn í aldrinum 7 til 15 ár. Bæði fyri tey, sum eru von við at spæla hondbólt, og fyri tey, sum als ikki hava roynt spælið fyrr.