Við tað at felagið hevur tikið 1.deild menn úr kappingini, og kvinnurnar fara at spæla í 2. deild komandi ár, hevur nevndin gjørt av at seta 36 ára gamla Michael Jensen í starv sum ungdómsvenjara.
Michael Jensen, sum í løtuni er sportsleiðari hjá SGI-Håndbold í Esbjerg, hevur játtað at verða ungdómsvenjari. Sum naka nýtt innan føroyskan hondbólt, kemur hann eisini at útbúgva venjarar, sum verða knýttir at felagnum.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvi í hølinum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini kl. 15.00 fyri at heilsa nýggja venjaranum.
Í hesum sambandi vilja vit takka Føroya Sparikassa og Com-Data fyri vælvild.
Vinarliga
Hondbóltsfelagið Tjaldur.
WWW.tjaldur.fo