Hondbóltur
Hóast runavíkingar nú hava roynt í nøkur ár, so hevur tað ikki eydnast teimuma at etablera Tjaldur sum eitt lið, sum av sjálvfylgju eitur at teljast millum tey betru í landinum.
Fyrstu árini var talan tó um sera tung tøk, men fyri einum ári síðani tóktist tað loksins, sum var felagið komið á rætta kós. Fleiri góð úrslit í endaspælinum togaðu liðið upp á fimta plássið, og seinasta vetur skuldi so enn eitt tak takast, men hetta bleiv ongan tíð veruliga til nakað. Í endaspælinum gjørdist talan soleiðis bert um eittans stig, og stór spurnartekin vórðu sett við, hvørt liðið yvir høvur átti at tikið lut í bestu deildini, tá leikararnir sjálvir tóktust leggja somikið lítið í venjingina, at formurin snøgt sagt ikki var nóg góður til at fylgja við liðunum í 60 minuttir.
Hetta var langt ífrá fyrsta ferðin, at hesin spurningurin varð settur. Undanfarin hevur hetta eisini fleiri ferðir verið uppi og vent, tá tað serliga fyrst í kappingarárinum hevur verið trupult at fáa liðið mannað, og enn verri at fáa menn at møta til venjingar. Var tað ikki fyri reglurna um útlendskar leikarar, har tríggir slíkir kunnu vera í hvørjum felag, hevði Tjaldur ivaleyst takkað fyri seg fyri fleiri árum síðani, men við Dejan Lacok, Dragisa Stojovic og Zoran Sarcevic hevur felagið tó havt leikarar, sum hava hildið liðnum burtur úr avgjørda aldudalinum.
Útlendingarnir burtur
Hetta tykist tó vera søga nú. Dejan Lacok skal komandi árið verja málið hjá VÍF. Dragisa Stojovic skal eftir øllum at døma spæla við Neistanum komandi árið, og Zoran Sarcevic heldur sjálvur, at hann nú er farin upp um aldursmarkið hvat fyrstudeildarhondbólti viðvíkur.
Eftir aðalfundin í fjør, var nevndin hjá Tjaldrinum skift út, soleiðis at hvørki Rúni Joensen ella Ragnar Olsen longur eru at finna her. Júst teir báðir hava annars verið millum høvuðskreftirnar at hava besta mansliðið koyrandi, og uttan teir og uttan útlendskar leikarar hevur nýggja nevndin tikið avleiðingarnar av hesum. Í telduposti til Hondbóltssambandið hevur felagið boðað frá, at teir taka mansliðið úr landskappingini.
Og alt bendir á, at hetta fer at viðføra, at kappingin í vetur bert fer at fevna um seks lið. Úr aðru deild er einki felag, sum kann flyta upp, og sum støðan nú sær út, so eru tað bert seks hondbóltsfeløg, sum eru aktiv í fremstu mansrøðunum. Og av hesum eru tey fýra innan víðkaðu bøgarðarnar í Havn, meðan StÍF og VÍF so koma afturat í hesi kapping.
Møgulig umskipan
Spurningurin er tí kanska, hvørt HSF bert ætlar at gjøgnumføra kappingina sum vant, ella um talan verður um broyttan kappingarleist. Her kundi eitt hugskot kanska verið at víðka kappingina, soleiðis liðini leiktu fimm ferðir móti hvørjum øðrum. Sjálvandi nakað sum viðførir, at býti av heima- og útidystum verður eitt sindur skeivt, men hetta er tó ein leistur, sum er royndur aðrastaðni, og sum als ikki nýtist at ver nakað bakkast fyri liðini.
Enn hevur Hodbóltssambandið tó ikki tikið støðu til hendan spurningin, og í øllum førum er tað helst nakað, sum krevur ein eykaaðalfund, tí ein umleggin av kappingini ? hvussu hon so enn verður ? kann bert fremjast við góðkenning av aðalfundinum.