Ukrainsku myndugleikarnir hava tikið av einum tilboði frá einari franskari fyritøku, sum hevur boðið sær til at gera ein stálkappa uttan um tað søguliga kjarnorkuverkið. Tað er neyðugt, tí tann gamli betongkappin er farin at lúta fyri tíðarinnar tonn.
- Endiliga kunnu vit vísa okkara egna og altjóða samfelagnum, at vit hava funnið eina loysn upp á trupulleikan við Tjernobyl, sigur ukrainski forsetin, Viktor Jushenko.
Arbeiðið at gera ein stálkappa uttan um tað gamla kjarnorkuverkið er mett at taka fimm ár, og tað eru útlendskir stuðlar, sum gjalda.