Eg havi onga viðmerking fyrr enn vit eru liðug at viðgera málið. Tað sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Herfyri gjørdi Kári Johansen, formaður í havnanevndini hjá býráðnum, greitt, at sum støðan er núm kann talan ikki vera um at byggja tjóðleikhús á Bursatanga, ella aðrastaðni á Eystarubryggju.
Les meiri um tað her: Stórfingin verkætlan í Havn hevur fingið eitt skot fyri bógvin
Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at hann hevur onga viðmerking til málið so leingi tað er í viðger. Hann sigur, at nú er ein Arkitektakapping í umbúna um, hvar Tjóðleikhúsið skal byggjast og tað er ikki fyrr enn tann kappingin er liðugt, at vit hava nakað at. taka støðu til, sigur hann.
Arkitektakappingin er um, akkurát hvar á havnarlagnum Eystaruvág, tjóðleikhúsið skal vera og Annfinn Brekkstein ásannar, at tað er sjálvandi tí, at tað er onkustaðni har, ætlanin er, at tað skal vera. Men har er eitt stórt øki, og fyrr enn arkitektakappingin er liðug, vil ikki siga, hvat hann sjálvur heldur.
Men fyri einum ári síðani segði Annfinn Brekkstein at tað er skeivt at byggja tjóðleikhúsið á Bursatanga. Les meiri her: Ósamdur um fleiri av uppskotunum um at byggja tjóðleikhús