Tjóðveldi brynjar seg við Liljuni Weihe og Magna Arge

Tjóðveldi stillar upp við fyrrverandi fólkatingsmanninum Magna Arge, og fyrrverandi skrivaranum hjá Høgna Hoydal og Edmundi Joesen, Liljuni Weihe

 

Í gjár og í dag hevur Tjóðveldi boðað frá tveimum kendum valevnum, sum ikki eru millum tingmanning floksins. Tað er Magni Arge, fyrrverandi løgtingsmaður og fyrrverandi fólkatingsmaður. Magni Arge varð valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2015. Hann gjørdist á fólkatingsvalinum í 2015 varamaður fyri Høgna Hoydal og røkti fólkatingsstarvið alt valskeiðið. 

Tjóðveldi misti umboðanina á fólkatingi á seinasta fólkatingsvalið 5. juni í 2019. Og Magni Arge varð ikki afturvaldur á ting á løgtingsvalinum 31. august í 2019. Síðani tá hevur hann verið uttan fyri politikkin.

Liljan Weihe er stjóri hjá Visit Tórshavn. Hon hevur eisini royndir av Christiansborg. Fyrst sum skrivari hjá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, tá hann var fólkatingsmaður fyrst í øldini, og seinni sum skrivaði hjá Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum fyrstu tíðina í hesum valskeiði – til hon fekk starvið sum stjóri í Visit Tórshavn.

Liljan Weihe hevur eisini fleiri ára royndir sum journalistur og tíðindaleiðari í Kringvarpinum.

Millum tingmanningina hjá Tjóðveldi eru eisini fleiri onnur roynd tíðindafólk úr Kringvarpinum, eitt nú Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe. Eisini Ingolf Olsen, sum er varamaður og av og á umboðar flokkin á tingi er royndur kringvarpsjournalistur, eins og Magni Arge eisini hevur sínar royndir í Kringvarpinum, serliga sum fótbóltsfrásøgumaður.

 

Kringvarpið kunngjørdi í gjár eina veljarakanning frá spyr.fo í sambandi við fólkatingsvalið. Hon vísti, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara við teimum báðum føroysku umboðunum. Úrslitið var hetta:

 

1. Javnaðarflokkurin: 33,7 prosent

 

2. Sambandsflokkurin: 21,8 prosent

 

3. Fólkaflokkurin: 19,5 prosent

 

4. Tjóðveldi: 18,1 prosent

 

5. Framsókn: 4 prosent

 

6. Miðflokkurin: 2,9 prosent

 

7. Sjálvsrtýri: 0 prosent