Tjóðveldisflokkurin ger sær dælt av ótryggu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmarkar í løtuni.
Ein væl tilrættisløgd herferð í fjølmiðlunum er farin fram hesa síðstu tíðina, har sátt verður eitt mivíst misálit til alt sum hevur við ríkisrættarligu støðu Føroya at gera, og vápnini fevna líka frá at venda aftur til fólkaatkvøðuna í 1946, til at skammrósa íslendingum fyri hvussu væl stendur til har og hvussu væl teir hava megnað at stýrt í egnum landi, síðani teir tóku loysingina í 1944 (veruleikin er hann, at bert Grikkaland og Portugal hava lægri lønir í øllum Europa enn íslendingar!), og so sjálvandi at válka sær í bankakanningini, sum annars hevur verið við til at forða fyri einum normalum og konstruktivum politiskum arbeiði á Føroya Løgtingi, fyrst og fremst takkað verið eini sera óhepnari hond frá danskari stjórnarsíðu, saman við einum løgmanni, sum heilt týðiliga ikki megnar uttanríkispolitiska leiklut sín, sum vit øll sjálvandi harmast um! Men líkasum hetta ikki var nógmikið. Nei, nú steig Finnbogi Ísakson fram undir fíggjarlógarviðgerðini, í eini roynd at vera seriøsur, og fyri einaferð skyld at seta tøl á loysingina, og greiddi hann frá, hvussu væl tað lá fyri at kvetta á stokkinum nú, tí rentan uppá góðar 400 mill., sum skal fáast uppá pláss í komandi ári, saman við afturgjaldingini av uttanlandsskuldini í milliardaklassanum, - í uppskoti er nevnt eitt tal uppá 300 mill. um árið í afturgjalding - hesin peningur kom, bara heim á Gjaldstovuna at venda, fyri síðani at vera sendur niður aftur til Danmarkar - ella sagt við øðrum orðum, góð 70% av blokkstuðilinum úr Danmark fór als ikki út í peningarensl okkara, so nú var møguleikin har fyri loysingini, um vit føroyingar søgdu nei takk til blokkstuðulin, og danir so afturfyri guldu okkara uttanlandsskuld - so skuldi, sambært Finnboga Ísaksyni, verið møguligt í høvuðsheitum at gjørt upp landanna millum.
Uppgerð millum
Føroyar og Danmark
Og hann hevði líkasum hug at halda fyri, at so løgið tað ljóðaði, so var tað kreppuni fyri at takka, at vit nú fingu eitt verunligt høvi til eina uppgerð við Danmørkina. Ja, soleiðis kunnu viðurskifti tvinnast saman, ein bankakanning, sum vit ikki kenna úrslitið av enn, ovurstóra uttanlandsskuld okkara og so hin grundleggjandi spurningurin, um føroyingar í framtíðini skulu siga farvæl til alt sum eitur vælferð og trygd hjá tí einstaka borgaranum í hesum landi og velja óvissu loysingina í staðin? Vit nýtast ikki at gera okkum stórvegis høvuðsbrýggj fyri at sláa fast, at her verða leysir pástandir hjá Finnboga gjørdir til veruleikar, hóast dokumentasjónin er ógvuliga ivasom! Hetta við rentuni verður ikki galdandi longri enn sjálvgjørda skuldin uttanlanda er ein veruleiki, sum vit sjálvandi mega síggja í eyguni, og tað er upp til okkara at avgera hvussu skjótt, og serliga hvussu nógv, vit vilja fara undir at gjalda aftur. Landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, heldur, at vit skulu fara undir afturgjaldina sum skjótast, tí rentan úti í heimi fer møguliga at hækka aftur, og tað kann blíva dýrt fyri okkara viðkomandi, men hesin álvarsami fíggjarspurningurin var lítið og einki viðgjørdur av tingfólki undir fíggjarlógarviðgerðini, men sum ikki einaferð so var tað »stórmál«, sum t.d. Tórsvøllur contra Svangaskarði, sum politikarar í staðin fyri nýttu tíð at viðgera! Aftaná at uttanlandaskuldin einaferð er afturgoldin, tá fer blokkurin aftur at vera tað, sum hann einaferð var roknaður til, nevniliga grundleggjandi tingini, sum rakar hvørt einasta heim í landi okkara, so sum eitt vælvirkandi almannaverk, sjúkrahúsini og skúlaverkið v.m. - hóast einki er givið fyri ævir allar við blokkinum?
Renna undan skuld
Eg frábiðji mær at teljast millum teir »mætu« tjóðskaparføroyingarnar, sum síggja tað sum teirra fremstu uppgávu at renna undan eini skuld uttanlanda, sum ongum øðrum er fyri at takka enn okkum sjálvum óvurmarglæti okkar aí 80-unum. At spæla uppá eina almenna ónøgd í løtuni millum ríkispartarnar báðar, og siga at danir hava allan feilin, og harvið vinna ein lættkeyptan politiskan sigur á valinum, sum stendur fyri framman, er lítið sømuligt fyri tjóðveldisflokkin, sum mátti havt okkurt frægari í skildi sínum enn at sáa eina misnøgd í føroysku fólkasálina, sum er vend móti øllum tí, ið danskt er. At leita eftir syndabukkum fyri at sleppa undan egnum evnaloysi - fellið ikki fyri teirri freistingini - tað hevur søgurnar gongd víst í ólukkumát, at tað er ein hin hættisligasta politiska leiðin at ganga - og tit eru tíverri væl á veg.
Blokkurin krevur
góðan rygg
Føroyingar hava merkt snertin av hvussu okkara politikkarar hava havt hug at »svansað« við pengunum, sum koma heim úr Danmark yvir blokkin. Føroyskir politikkarar hava jú allan avgerðarrættin yvir hesum pengum, og tað krevur góðan rygg - men heldur ikki her hevur tjóðveldið nakrantíð víst á nakað ítøkiligt dømi, hvar vit kunnu vera henda ríkisstuðul fyriuttan - tað sigur nakað um álvaran í uppleggi teirra - the show must go on! Okkara fólkavaldu politikkarar hava brúkt partar av blokkinum til játtanar, sum ikki eru í samsvar við upprunaligu ætlanina við hesum donksu ríkisveitingum, sum t.d. til upphøggingarstuðul v.m., í staðin fyri at ganga eftir meginregluni í blokkstuðulsskipanini sum m.a. ganga út uppá at tryggja børnum okkara góðan skúla, at hava eitt sjúkrahúsverk, sum er á hædd við tað besta í grannalondum okkara, og at vit fáa tær pensjónir, sum nú fólkið einaferð hevur roknað við at fáa á ellisárum ella av sjúkraávum, uttan at nakar smartur landsstýrismaður finnur uppá at koma við nøkrum heilt øðrum o.s.fr.
Trý bein at standa á fíggjarliga
Einaferð tosaði ein fíggjarmálaráðharri um tær 2 síðurnar á fíggjarlógini - ein útreiðslusíða og ein inntøkusíða - og fyri at blíva verdi í hesum orðavalinum, so hevur landskassin í høvuðsheitum bert 3 bein at standa á á inntøkusíðuni, og tey er 1. skattur, 2. tollur (MVG) og 3. ríkisstuðulin. Og vit kunnu als ikki vera hetta mest álítandi av teimum øllum, nevniliga »ríkisbeinið« fytriuttan, væl at merkja um ætlanin er at hava nøkurlunda sama livifót í landi okkara, sum grannatjóðir okkara hava.
Loysing = hækkaðan skatt
Hinir møguleikarnir - og hvørgin er mjúkur at strúka - eru: hækkið skattin og tollin við 923 mill. (uml. 44.000, kr. pr. skattaborgara omaná núverandi skattarokning!) ella lat lívsmøguleikar fólksins lækka munandi. Hetta er hin beiski veruleikin, sum Tjóðveldisflokkurin ikki torir at greiða føroyingum frá, men kemur heldur við úttalilsum, um tað neyðuga álitið á egnan mátt og megi, sum effektivisering, um ekspansivan fíggjarpolitikk o.s.fr. og harvið bjarga tjóðini frælsi - tóm orð, frá Finnboga, sum vanligt, ikki kundi vísa á við einum tí einasta uppskoti, hvar kundi sparast á komandi fíggjarlóg! Tjóðveldið er og verður ein andsøgn, eitt paradoks, vit skulu liva og láta, sum eru vit í paradís, men ikki eitt orð um hvør skal gjalda gildið! Sambært Pauldan Møller, búskaparserfrøðingi, á fundi í Norðurlandahúsinum, so lækkar livifóturin alt fyri eitt uttan nakran ríkisstuðul við einum triðingi, uppá sikt, aftaná at fíggjarligu ringvirkningarnir hava gjørt um seg, so verður talan um eina lækking í livikorum fólksins við einum 50-60% - og hvør vil tað? Eingin við sínum fullu fimm, heldur ikki tjóðveldisfólk, tí hetta merkir at fólk fara at flyta í túsundatali, samanber ógvusligu fólkaflytingina árini frammanundan, tá kreppan rakti, og hvør kann siga tey ring fyri tað? Vit eiga eisini at hava í huga, at tær umleið 110-120 milliónirnar, sum koma inn í skatti um mðr. í hesum landi, koma frá vanliga lønmóttakaranum, meðan tær síðstu 4-5 mill. koma frá vinnulívinum, sum tíverri kastar alt ov lítið av sær, í hvussu so er sambært skattarokningini! So byrðan er og verður løgd á lønmóttakararnar, og hetta eigur borgarin at gera sær greitt.
Skyldan hjá
politikkarunum
Og at gera eitt komandi val til eitt mótmælisval móti dønum, tænir ongum endamáli, tað er heilt einfalt ov bíligt. Tí vit eiga at hava í huga, at fremsta uppgáva politikaranna í einum demokratiskum landi, er at greiða fólkinum frá verunligu støðuni í landinum, so borgarin kann taka støðu út frá givnum politiskum fortreytum á haldgóðum, veruleikakendum grundarlagi til at liva eitt mannsømandi og trygt lív í landinum, og ikki verða førd út í eitt politiskt eksperiment, sum ongin er førur fyri at greiða okkum borgarum frá, hvør endin verður á - vit orka ikki meiri av hálvkvøddum vísum og mjørkakendum túnatosi um grundleggjandi viðurskifti hjá fólki okkara, og so als ikki meiri av hasum »konstrueraðu« roknistykkinum hjá Finnboga, í 1993 skuldi hann nýta ríkisstuðulin út Danmark til afturgjalding av rentum av lánsskuld landskassans, og nú í 1997 skal ríkiskassin nýtast til at gjalda landskassanum lánsskuld við rentum, og afturfyri skal ríkisstuðulin til landskassan falla burtur!
Fólkafloksfidus
Í 1993 var ein sovorðin loysn, kallað av Finnboga sjálvum, fyri ein fólkafloksfisus, men í dag er sama fidus loysnin av øllum sjálvstýrisspurningi føroyinga, sambært henda sama Finnboga og skiljið tað hvør, ið skilja vil, eg geri tað ikki! At so fólkafloksmenn standa á síðulinjuni og spæla fornermaðir, tí teir vóru teir fyrstu at taka hugskotið hjá Pauldan Møller til sín - og so kalla tað eina »føroyska loysn« - tað er kanska ikki so nógv at siga til. Annars tók eingin í Danmark undir við tankanum hjá Pauldan Møller um kapitaliseringina av blokkinum - tað sigur ikki so lítið um undirtøkuna har niðri.
Annars fari eg at takka Jóannesi Eidesgaard, formanni javnaðarfloksins, fyri, at hann undir fíggjarlógarviðgerðini alment sló fast, at fremsta uppgávan hjá javnaðarflokkinum er at sláa ring um vælferð fólksins, og at javnaðarflokkurin framhaldandi fór at vera við í oddinum at verja vælferðarsamfelagið.
Tórshavn 19. okt. 1997
Johan Samuelsen